Tríggir dagar á tremur við vitan
Setrið og RUC skipa fyri mennandi skeiði í Havn um etnografiska gransking av mentanarligum og samfelagsligum broytingum
26., 27. og 28. oktober verður Søgu- og samfelagsdeildin í Jónas Broncks gøtu karmur um tríggjar spennandi dagar við fjølbroyttari fakligari og sosialari skrá.
Talan er um eitt skeið við undirvísarum úr Føroyum, Noregi og Danmark, sum er ætlað ph.d.-lesandi, postdoc.-granskarum og masterlesandi.
Høvuðsundirvísarar eru Firouz Gaini, professari í antropologi á Setrinum og Betina Dybbroe, professari á Roskilde Universitet.
Firouz Gaini mælir staðiliga fólki til at tekna seg til skeiðið, tí her fæst netverk, sum kann gerast stórur stuðul hjá tí einstaka í longdini.
- Á hesum skeiðinum, sum er rættiliga ambitiøst, fært tú høvi at hitta og arbeiða saman við øðrum granskaraspírum, sigur hann.
- Tú fært góð ráð frá serfrøðingum og øðrum ph.d.-lesandi, sum tú kanst brúka í tínum egna granskingararbeiði, og tú fært betri innlit í kritiska etnografi sum háttalag. Tað kann vera stór avbjóðing at gera etnografiskt feltarbeiði í einum samfelag, sum er í broyting, og her hava vit amboð, sum eru egnað til júst tað. Vit leggja okkum eisini eftir at geva íblástur til, hvussu nýggjar kvalitativar kanningar í smásamfeløgum í Norðurlondum kunnu gerast, sigur Firouz Gaini, professari.
Skeiðið er ókeypis fyri tey, sum eru virkin á Setrinum, men onnur kunnu eisini tekna seg, og tá er kostnaðurin 2000 krónur.
Evstamark at melda til og senda tilfar til ssd@setur.fo er 1. oktober.
Lesið nógv meira um skeiðið her.
GG: Vegna koronu hevur Setrið sett sær 12. oktober sum evstamark fyri at taka endaliga støðu til, um skeiðið verður hildið.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...