Tríggjar greinir um ferðafrágreiðingar
Stutt fyri jól kom henda bókin út við tríføldum heiti: Writing the North of the North – L’Écriture du Nord du Nord – Norden des Norden (be-)schreiben. Í henni eru tríggjar greinir eftir vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini.
Malan Marnersdóttir hevur skrivað greinina “Deux femmes écrivaines-voyageuses aux Îles Féroé” – um tvær ferðabókaskrivandi kvinnur. Onnur bókin er The Far Islands and Other Cold Places eftir Elizabeth Taylor, sum var í Føroyum fleiri ferðir, eitt nú øll krígsárini 1914-19. Hin bókin er tann bókmentaliga áhugaverda Passage aux Îles Féroé avec des bottes en caoutchouc, Ferð til Føroya í gummistivlum, um føroyavistina hjá fronsku Karin Huet í 202. Bókin kom út í 2007.
Onnur greinin er “Never Going Back: Categories and Confusion on an Ornithological Trip to the Faroe Island in 1828” hjá Bergi Djurhuus Hansen. Her greinar Bergur nógv lisnu ferðalýsingina hjá týska løgfrøðinginum Carl Julian Graba, sum vitjaði í Føroyum í 1828. Serliga áhugavert er at síggja, hvussu Graba stríðist við, hvussu hetta landaøkið og fólkið har skulu lýsast.
Bergur Rønne Moberg hevur skrivað ta triðju greinina, “The Magical Box: From Containerization to Canonization. Tróndur Patursson’s Blue Container Bládýpi”, har bingjan hjá Tróndi Patursson er greinað sum eitt staðbundið svar til alheimsgerðina, lýst innan og uttan sum eitt kosmiskt rúm, ein skipbrotin konteynari og sum ‘cargotecture’, t.e. ein byggilistalig víðkan av Listasavni Føroya.
Bókin umfatar greinir um tað norðarlaga norður bæði sum ímyndað og veruligt stað, sum tað kemur fyri í yrkis- og fagurbókmentaligum tekstum og í listaverkum úr ymsum tíðarskeiðum.
Writing the North of the North – L’Écriture du Nord du Nord – Norden des Norden (be-) schreiben. Ritstjórar Annie Bourguignon & Konrad Harrer. Frank Timm. Berlin.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...