Tríggjar útbúgvingar innan orku
Nú er eisini møguligt at lesa orkuvísindi og støddfrøði saman
Umskiftið til varandi orku er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingum í okkara tíð. Útbúgving innan orkuverkfrøði var fyrstu ferð boðin út í 2013. Útbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár – av hesum er eitt hálvt ár starvsvenjing.
Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðari, sigur, at í ár bjóðar Náttúruvísindadeildin eisini út orkuvísindi.
– Munurin millum útbúgvingarnar er, at orkuvísindi hevur onga starvsvenjing og tekur trý ár. Orkuvísindi gevur fleiri møguleikar hjá tí lesandi at velja fak eftir egnum áhuga og sum kunnu vera viðkomandi innan orku, eitt nú støddfrøði ella KT, sigur Bárður Niclasen.
Náttúruvísindadeildin bjóðar eisini út hjánám í støddfrøði. Støddfrøði burturav kann ikki lesast fulla tíð og gevur sostatt ikki rætt til studning.
– Vit hava tí valt eisini at bjóða út samansetingina orkuvísindi/støddfrøði. Her verður lisið fulla tíð, tað gevur rætt til studning, og tann tann lesandi fær eina bachelorútbúgving, ið eisini gevur undirvísingarførleika í støddfrøði á miðnámi, sigur Bárður A. Niclasen.
Tú finnur umsóknarblað og leiðbeining her.
Katrin Dánjaldóttir lesur orkuverkfrøði og sigur frá sínum royndum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...