Trond Trosterud fingið M.A. fyri rættstavaran
Norski professarin í máltøkni á universitetinum í Tromsø, Trond Trosterud, fekk seinnapartin mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri avrik sítt í sambandi við føroyska rættstavaran
Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at sjálvboðin og uttan kostnað hevur Trond Trosterud gjørt ein nýggjan føroyskan rættstavara í samstarvi við Føroyamálsdeildina. Hann hevur gjørt aðrar rættstavarar og tykiskt hava serligan alsk til fáment mál. Umframt rættstavaran hevur hann ment ein elektroniskan tekstabanka við umleið 10 milliónum føroyskum orðum, har tað ber til at leita og kanna, hvussu orð verða brúkt í føroyskum.
Rættstavarin og tekstabankin liggja á netinum ókeypis at brúka.
Arbeiðið hjá Trond Trosterud byggir á humanistiska idealismu, málfrøðiligt innlit og ein brennandi áhuga fyri máli.
Takið rættstavaran niður her.
Vit ynskja okkara góða samstarvsfelaga, Trond Trosterud, hjartaliga til lukku við mentanarvirðislønini og takka fyri hansara gávumilda ídni, føroyskum máli at frama.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...