Trúbót í svartapotti
Grein eftir Maluna Marnersdóttur, professara, er givin út í franska tíðarritinum Deshima. Greinin lýsir átrúnaðin í skaldsøguni Den sorte gryde (1949) eftir William Heinesen og móttøku hennara í bløðum og orðaskifti.
Grein eftir Maluna Marnersdóttur, professara, er givin út í franska tíðarritinum Deshima. Tað er tíðarrit um søgu í norðurevropeiskum londum og henda útgávan hevur undirheitið Trúbótin í Norðurevropa í 20. og 21. øld. Tað er deildin fyri niðurlendska og skandinaviska gransking á universitetinum í Strasbourg, ið gevur tíðarritið út.
Greinin lýsir átrúnaðin í skaldsøguni Den sorte gryde (1949) eftir William Heinesen og móttøku hennara í bløðum og orðaskifti. Malan viðger, hvussu skaldsøgan gjøgnum umboðini fyri fólkakirkjuna og nýggju trúarsamkomurnar lýsir trúarmentanina ‘svartapotti’, sum er eyknevni fyri býin Kongens Skibehavn. Skaldsøgan er týdd til franskt í 1997 og eitur La marmite noir. Greinin er úrslit av seminari á universitetinum í Strasbourg í mai 2012 um protestantismu í Norðurevropa í 20. og 21. øld.
Malan Marnersdóttir: La littérature et la religion vues à travers la réception de l’œuvre de l’auteur féroïen William Heinesen. Í: Deshima. Revue d’histoire globale des pays du nord. No 7: Protestantisme en Europe du Nord aux XXe et XXIe siècles. Départements d’études néerlandaises et scandinaves. Strasbourg - Université de Strasbourg 2013.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...