Trý 100 ára minni: Jóhannes og Jóannes og frælsisfylkingin í Suðurafrika
Ein stutt røð av almennum fyrilestrakvøldum byrjar á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30.
Ein stutt røð av almennum fyrilestrakvøldum byrjar á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Tað eru Háskúlin og háskúlastjórnin, sum bjóða øllum til tríggjar fyrilestrar nú í januar, februar og mars um evnir og persónar, sum á fjølmangan hátt hava ávirkað okkum og hava sett varandi spor.
Á skránni eru fyrst mentamenninir, systkinabørnini, Jóhannes av Skarði og Jóannes Rasmussen, sum báðir vuksu upp á Háskúlanum.Tveir føroyingar, sum hvør á sín hátt, ruddaðu veg og gjørdu, tað varð hægri til loft og víðari til veggja í føroyskari mentan og vísindum.
Tann triði fyrilesturin er um ANC-felagsskapin í Suðurafrika, ið varð stovnaður í 1912, og oddamann hansara Nelson Mandela.
Mandela, ið gjørdist fyrsti svarti forseti í Suðurafrika í 1994, hevur avrikað meira enn tey flestu í stríðnum móti rasismu; hann hevur havt og hevur framvegis kveikjandi ávirkan víða um heimin.
Fyrilestrarnir eru mánakvøld kl. 19.30 á Háskúlanum. Aftan á fyrilestrarnar verður ein drekkamunnur og høvi at práta saman.
Skrá yvir fyrilestrarøðina sum pdf-fíla
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...