Tú, ílegukanningar og framtíðin – almennur fundur á Østrøm
Leygardagin 2. november kl. 14-18 skipa Føroya Lívfrøðingafelag, Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum kunningarfundi um ílegukanningar á Østrøm í Havn. Á fundinum verður ljós varpað á nakrar av teimum etisku spurningunum, sum stinga seg upp í sambandi við, at slíkar kanningar verða gjørdar.
Á fundinum eru nógvar áhugaverdar framløgur á skránni, m.a. fer norðmaðurin Berge Solberg, ið er professari í medisinskari etikk á Noregs teknisk-naturvitenskapelige universitet, at hugleiða um etiskir spurningar í sambandi við gen- og genomkanningar, m.a. hvussu slíkar kanningar kunnu misnýtast, og um fyrimunir og vansar við váðametingum, ið eru grundaðar á ílegukanningar. Onkur hevur lýst arvastreingin sum eina bók, sigur Berge Solberg, og kanska er ikki altíð gagnligt at fáa innlit í alt, sum í henni stendur.
Svein-Ole Mikalsen, professari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, kemur at greiða nærri frá muninum millum gen og genom, og muninum millum gen- og genomkanningar. Ein genkanning, sigur Svein-Ole Mikalsen, kann samanberast við, at onkur spyr ein persón um, hvussu nógvan reiðan pening viðkomandi hevur í mappuni hjá sær. Samanborið við eina genomkanning hevði tað svarað til, at onkur bað um fult innlit í mappuna, í øll bankakort hjá viðkomandi, eins og biðið varð um fult innlit í alt virksemið í øllum kontum hjá viðkomandi í bankanum.
Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, fer at greiða frá, hvørjar gen- og genomkanningar longu eru í gongd í Føroyum. Guðrið hevur m.a. gjørt upp, at 4410 einstaklingar eru í diagnosuskránni, tí tey luttaka ella hava luttikið í ílegukanningum. Harafturat eru familjan hjá sjúklingum og frískir kontrollpersónar, so samlaða talið í granskingarbiobankanum nú er uml. 8300 fólk, t.e. 17% av íbúgvunum í Føroyum, og hetta er gjørt við loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum.
Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari í FarGen, kemur at greiða nærri frá FarGen-verkætlanini, har ætlanin er at avlesa allan arvastrongin hjá øllum føroyingum, sum sjálvbodnir vilja tað.
Herborg Sloan, løgfrøðingur, kemur at greiða frá, hvussu vit sum einstaklingar løgfrøðiliga eru vard í mun til gen- og genomkanningar í Føroyum. Hon fer at vísa á, hvørjar ásetingar eru um persónsvernd í teimum ymisku lógunum innan økið í Føroyum, og hvørjar avbjóðingarnar eru fyri framman, tí sum oftast haltar løgfrøðin eitt sindur aftan á granskingini.
Kunnu vit brúka genkanningar til nakað annað enn gransking? spyr Shahin Gaini yvirlækni á Odense Universitetssjúkrahúsi. Er viðgerandi læknin spurdur, um hann hevur tørv á genomdátum í gerandisdegnum, anno 2013? Kom og hoyr sjónarmiðini hjá Shahin Gaini um hetta.
Orðstýrari á fundinum verður Jógvan D. Hansen heimspekingur, ið vit m.a. kenna frá sendingunum Nørdarnir og Filosoffarnir í Kringvarpi Føroya.
Aftan á framløgurnar verður lagt upp til kjak, har høvi verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skrá
14:00 - 14:15
Svein-Ole Mikalsen (professari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya)
Genom og gen.
Hvat er genom og hvat er gen? Hvør er munurin á genom- og genkanningum?
Framløgan fæst her.
14:20 - 14:40
Guðrið Andorsdóttir (stjóri á Ílegusavninum)
Gen- og genomkanningar: Yvirlit yvir, hvat er í gongd í Føroyum.
Fremløgan fæst her.
14:45 - 15:05
Svein-Ole Mikalsen
Genomkanningar - Ikki bert góðar og als ikki einfaldar.
Vit kunnu fáa nógva vitan frá genomkanningum, nógv meir enn tú heldur, og onkuntíð nógv meir enn tú vilt hava at vita. Hesin kunnleikin kann feiltulkast, misnýtast og er í roynd og veru ikki altíð sannur.
Framløgan fæst her.
15:10 - 15:50
Berge Solberg (professari í medisinskari etikk á Norges teknisk-naturvitenskapelige universitet)
Eg og mínar ílegur – Hvørjum skal eg ansa eftir?
Etiskir spurningar í sambandi við gen- og genomkanningar: Sambandið millum meg og mínar ílegur. Tilvildarlig fund. Misnýtsla og genetiskur mismunur. Fyrimunir og vansar við váðametingum, ið eru grundaðar á ílegukanningar, o.s.fr.
Framløgan fæst her.
15:50 - 16:10 Steðgur
16:10 - 16:30
Bogi Eliasen (verkætlanarleiðari FarGen)
FarGen – hvat er ætlanin?
Framløgan fæst her.
16:30 - 16:50
Shahin Gaini (yvirlækni á Odense Universitetshospitali)
Sjónarmið hjá einum lækna viðvíkjandi genomkanningum í 2013.
Framløgan fæst her.
16:50 - 17:10
Herborg Sloan (løgfrøðingur)
Hvussu eri eg sum einstaklingur vardur løgfrøðiliga í mun til gen- og genomkanningar?
17:00 -? Kjak
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...