Tú kanst ikki googla teg fram til, hvat tú brennur fyri
Skriva út

Tú kanst ikki googla teg fram til, hvat tú brennur fyri

Hetta segði Jan Ziskasen m.a. í gestarøðu síni til tey, ið fingu prógv handað


Fríggjadagin var árliga prógvhandanin hjá Fróðskaparsetri Føroya. Hátíðarhaldið var í Norðurlandahúsinum, har út við 100 bachelor- og masterstudentar fingu prógv
Sigurð í Jákupsstovu, rektari, røddi um týdningin av útbúgving fyri tann einstaka og fyri samfelagið, og um tann týdning Setrið hevur í hesum sambandi.

Ógvuslig tøknimenning
Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, helt gestarøðuna. Hann nevndi tað mesta av tí, sum er sjálvsagt fyri dagsins ungdóm innan teldu- og kunningartøkni, men sum antin ikki var til ella júst íkomið fyri bara 10-25 árum síðani.

Jan Ziskasen vísti á, at hetta er tøkni, ið flytir øgiligar datamongdir, og kapasiteturin fer bara at vaksa. Nógvir pengar hanga eisini uppivið, tí talan er um milliardastórar marknaðir. Tøkniliga menningin ávirkar sostatt samfelagið, bæði umstøður okkara og viðurskiftini okkara millum. Digitaliseringin hevur við sær, at alt gerst skjótari og ómakaleysari.

Menniskjuni eru grundleggjandi tey somu
– Hetta hevur stóra ávirkan á hvussu vit arbeiða og nær vit arbeiða. Markið millum arbeiði og aftaná arbeiði er nærum burtur. Vit eru ‘on’ meira ella minni alla tíðina, segði Jan Ziskasen.
Spurningurin er so, um nakað er konstant í hesum menningarmeldrinum?
– Hóast alla tøknimenning, so eru vit grundleggjandi tey somu, segði Jan Ziskasen og vísti á kendu tørvspyramiduna hjá Maslow.
Hann vísti til til kanning millum 15-30 ára gomul, har 80 % allarhelst vildu gerast ovurrík, og 50 % sum næstfremsta mál ynsktu at gerast kend. Hinvegin vísir kanning, ið hevur staðið við í 75 ár, at fólk, ið hava lagt mesta partin av lívinum aftur um seg, ikki seta størst virði í ríkidømi, at vera kend ella at arbeiða hart. Tað er relatiónin til menniskjuni rundanum okkum – til familjuna og vinirnar, sum tey seta størst virði í.

Eyðmjúkleiki og opinleiki at læra
– Tað eru menniskju, ið tit nú við nýggjari útbúgving fara at at arbeiða saman við og fyri, segði stjórin og legði dent á, at vit eru øll leiðarar, sama hvørja uppgávu, vit hava.
Tess fyrr, vit koma eftir hesum, jú fyrr kunnu vit nøkta tann tørvin, sum menniskjuni rundan um okkum hava og sostatt gera mun. Og til tess krevst eyðmjúkleiki og opinleiki at læra.
Samstundis sum hann vísti á fyrimunirnar við tøkniligu menningini, so er tað ikki har, ið tann einstaki finnur svarið upp á sína egnu framtíð:
– Tú kanst ikki googla teg fram til, hvat tú brennur fyri í hjartanum, tað sum fær teg á flog, tað sum gevur innihald í lívinum, segði hann og endurgav Apple-ikonið Steve Jobs, ið segði, at lívið er ov stutt til at spilla tíðina við at liva lívið soleiðis sum onnur halda, at vit eiga at liva.

Tú mást velja og vá
mást finna tað, sum brennur fyri, segði FT-stjórin. Evnir eru ofta ein gáva, og gávur eru lættar at fara um, tí tær hevur tú fingið. At gera eitt val er mangan torført, tí tað krevur, at tú stígur út í óvissuna.
Tí slepst ikki undan, um tú skalt mennast og gera mun, vísti Jan Ziskasen á og gav hesi ráð til teirra, sum sótu við nýútskrivaðum prógvum:
– Leita eftir tí, tí brennur fyri og droymir um. Hygg um húsarhornið! Far út á djúpt vatn! Ver ikki bangin fyri at taka ein váða! Ger nøkur mistøk og lær av teimum. Finn so tað, tú veruliga brennur fyri og ger tað til nakað nógv størri. Ger tað av øllum hjarta og í heimsklassa, segði hann at enda.