Turið 70
12. august verður Turið Sigurðardóttir professari sjeyti.
Turið hevur verið í føstum starvi á Føroyamálsdeildini síðani 1988, og hesa tíðina hevur hon lagt úr hondum ein hóp av greinum, tekstasøvnum og bókmentafrøðiligum bókum. Tær eru sprotnar úr undirvísingini og granskingini, men eins nógv burtur úr livandi áhuganum fyri bókmentum, sum eyðkennir Turið. Hon er altíð góð at heita á og leita sær ráð hjá um undirvísing, gransking og fyrisiting og í spurningum viðvíkjandi Fróðskaparsetrinum. Tí Turið ikki bara arbeiðir á Setrinum, hon mestsum livir á Setrinum – tað er ljós og opið á skrivstovu hennara tíðliga og seint, viðhvørt bæði gerandis og heilagt.
Turið Sigurðardóttir er ein mentað kona. Hon hevur týtt skaldsøgur, yrkingar og stuttsøgur, hon hevur skrivað týðandi bókmentaligar ritgerðir, og hon hevur savnað og greitt til prentingar ritverkini hjá pápanum, Sigurði Joensen og abbanum, Símuni av Skarði. Hon hevur sjálv og saman við øðrum ritstjórnað bókum, greinasøvnum og tíðarritum. Hon hevur skrivað eina lærubók í íslendskum. Hon hevur stjórnað norðurlendsku summarskeiðunum og fingið altjóða skeiðið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum sett á stovn, og sum síðani eru førd víðari av starvsfeløgum. Hon er bókaummælari, tekur lut í almenna mentaorðaskiftinum og hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi bæði hjá vaksnum og børnum. Nýggjasta bókmentafrøðiliga útgáva hennara var Føroyskar barnabókmentir – søguligt umhvarv og greiningar. Og so hevur hon sjálvandi verið við til at skriva Føroysku bókmentasøguna bind 1. Turið er við øðrum orðum ein eldsál, sum umframt alt hetta gleðiliga tekur sær stundir at røkja familjuna og vinaskaran.
Turið tók nýmálsligt studentsprógv á Føroya studentaskúla, hevur bachelorprógv íslendskum máli og bókmentum og í almennari bókmentasøgu frá Háskóla Íslands, og hon hevur lokið magistaraprógv í bókmentafrøði frá universitetinum í Keypmannahavn. Í lestrartíðini var hon í fleiri umførum leysalærari í bókmentum á Føroyamálsdeildini, undirvísti í føroyskum bæði í Reykjavík og í Keypmannahavn. Hon hevur verið vikarur í fólkaskúlanum og arbeiddi blaðung á Telegrafstøðini
Starvsfelagarnir ynskja Turið hjartaliga til lukku og vilja samstundis takka henni fyri gott samstarv og ynskja henni alt tað besta.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...