Turið Sigurðardóttir heiðrað
20.09.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Turið Sigurðardóttir heiðrað

Í gjár fekk Turið Sigurðardóttir M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nógv fólk var komið at heiðra teimum fimm, ið fingu virðisløn: Turið Sigurðardóttir, Katrin Ottarsdóttir, Pól Jespersen, Hilmar Joensen og Rakel Helmsdal.


Í gjár fekk Turið Sigurðardóttir M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Og Turið er av sonnum ein mentað kona. Hon hevur týtt skaldsøgur, yrkingar og stuttsøgur úr íslendskum, donskum, norskum, svenskum, enskum og týskum. Og hon hevur skrivað týðandi bókmentaligar ritgerðir. Eisini hevur hon savnað og greitt til prentingar ritverkini hjá mammuni Sigrið, pápanum Sigurði og abbanum Símuni. Hon hevur sjálv og saman við øðrum ritstjórnað bókum, greinasøvnum og tíðarritum. Hon hevur skrivað eina lærubók í íslendskum, eina bók um hugtøk í bókmentafrøði og eitt greinasavn nevnt Bókmentasøgur. Saman við Maluni Marnersdóttur hevur hon skrivað fyrsta bind av Føroyskari bókmentasøgu. Hon hevur stjórnað norðurlendsku summarskeiðunum og fingið altjóða skeiðið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum upp at standa. Hon er bókaummælari, tekur lut í almenna mentanarorðaskiftinum og hevur eitt vakið eyga við øllum mentanarlívi bæði hjá børnum og vaksnum. Kvæði hava stóra áhuga Turiðar, sum er virkin dansari og kvæðaskipari. Bókmentaligi áhugi hennara røkkur víða bæði landafrøðiliga og ástøðiliga, útbúgvin sum hon er í samanburðarbókmentafrøði. Øll skrivingin og stóra týðaravirksemið avdúka, at Turið hevur ans fyri máli og málnýtslu. Av sonnum ein eldsál, sum fekk M. A. Jacobsens heiðursløn ommubeiggjans.

Í grundgevingini sigur nevndin, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum:

“Hon týðir og tað úr upprunamálum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bókmentafrøðingum okkara við týðandi ritgerðum um skaldsøgurnar eftir Martin Joensen, um tjóðskaparyrkingina, og hon skrivar bókmentasøgu. Turið hevur skrivað lærubøkur, greitt ritverk til prentingar og sett altjóða málskeið í verk.”.

Starvsfelagarnir á Føroyamálsdeildini ynskja Turið hjartaliga til lukku.


Røða-Turið_Sigurðardóttir.pdf