Tvær ph.d.-verjur um vindorku fyri framman
Varandi orka er eitt granskingarøki, sum er í stórum vøkstri altjóða og eisini her í Føroyum
Í næstum vera tvær ph.d.-verjur hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og samstarvspørtum, og báðar snúgva seg um vindorku.
Grøna orkuskiftið, sum skal gerast, krevur nógva servitan, og vindur og aðrar varandi orkukeldur draga tíbetur nógvar forvitnar granskarar at sær.
Fríggjadagin 24. juni fer Helma Maria Trónheim at verja ph.d.-ritgerð, sum eitur "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum"
Lesið meira um almennu verjuna her.
Og mánadagin 18. juli verður tað so Turið Poulsen, sum skal verja sína ph.d.-gransking. Hennara ph.d.-ritgerð eitur "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."
Lesið meira um almennu verju hennara her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...