Screenshot 2021-06-14 at 09-30-18 Bergur Djurhuus Hansen Facebook.png
Brynhild Thomsen
14.06.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tvær útgávur frá lesandi í list

Í síðstu viku komu tvær útgávur út hjá lesandi í bachelor í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini

Á bachelorútbúgvingini í listaligum arbeiði hava lesandi á teimum báðum leiðunum, ritlist og tónlist, fingið tvær útgávur út í síðstu viku.

Høvundarnir Rebekka Petersen, Dania O. Tausen, Helle Thede Johansen, Vónbjørt Vang og Trygvi Danielsen hava skrivað tekstirnar í Ritlist I: Antologi, sum forlagið Eksil hevur givið út. Í tí sambandi vóru Dania O. Tausen og Helle Thede Johansen gestir í útvarpssendingini, Góðan morgun Føroyar, har tær greiddu frá um útgávuna. Samrøðurnar eru umleið 1 tíma og 34 minuttir inni í sendingini her.

Tey lesandi í tónlist hava fingið Tutl Records at útgeva 12 løg, sum tey hava skrivað. Útgávan eitur Fonetika, og tey lesandi eru Jákup Veyhe, Katrina Olsen, Líggjas Olsen, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Sissal Grækarisdóttir Magnussen. Til ber at hoyra løgini á øllum teimum stóru talgildu pallunum. Lesið meira her.

Umsóknarfreist til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði var 1. juni í ár, og 22 umsóknir komu inn.