26.10.2017
Til lesandi Námsvísindadeildin
Skriva út

Tveir námslektarar settir á Námsvísindadeildini

Rúna í Skála og Lydia Didriksen eru frá 1. januar 2018 settar í námslektarastørv á Námsvísindadeildini, ávikavist í almennari námsfrøði og í føroyskum.


Báðar starvast frammanundan á Námsvísindadeildini í tíðaravmarkaðum starvi.

Rúna í Skála er læraraútbúgvin og hevur harumframt kandidatútbúgving frá DPU í almennari námsfrøði. Hon undirvísir bæði námsfrøðingum og lærarum í námsfrøði og almennum didaktikki.

Lydia Didriksen er læraraútbúgvin og hevur harumframt BA og MA í føroyskum. Hon undirvísir bæði námsfrøðingum og lærarum í føroyskum máli, bókmentum og í føroyskum sum undirvísingarevni.