Tveir nýggir adjunktar á Sjúkrarøktarfrøðideildini
09.09.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tveir nýggir adjunktar á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Tann 1. september 2014 byrjaðu tveir nýggir adjunktar á SFD (Sjúkrarøktarfrøðideildini). Tað eru Ása Róin og Gro Gade Haanes.


Ása Róin
Ása Róin varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1982, og hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum, Danmark, Noreg, Afganistan og Saudi Arabia. Serstakliga hevur hon arbeitt við intensivari sjúkrarøkt og við sjúkrarøkt fyri eldri. Ása hevur m.a. havt leiðandi sjúkrarøktarfrøðilig størv.

Ása tók masterútbúgving í læring á Danmarks Pædagogiske Universitet (DPU) í 2001, og kom í 2008 í starv sum kliniskur útbúgvingarleiðari á SFD. Hon hevur arbeitt við undirvísing á bæði bachelor- og masterstigi.

Seinnu árini hevur Ása serstakliga raðfest gerontologi í sínum arbeiði. Hon arbeiðir í løtuni við seinasta partinum av síni ph.d. verkætlan. Ása er innskrivað sum ph.d. lesandi á Linkøping Universitet í Svøríki. Heitið á ph.d. verkætlanini er “Ageing in the Faroe Islands. The construction of old age and the experience of ageing”.


Gro Gade Haanes
Gro Gade Haanes hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur frá 1995 og hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur í Noregi. Hon hevur serútbúgving í sálarfrøðiligari sjúkrarøktarfrøði og hevur m.a. havt leiðandi størv innan sálarfrøðiliga sjúkrarøkt á norskum sjúkrahúsum.

Gro hevur masterútbúgving í sjúkrarøktarfrøði frá 2005. Framman undan adjunktsetanini hevur hon verið í starvi sum ”høyskolelektor” á Høgskolen i Buskerud og Vestfold, Noregi. Hon arbeiðir í løtuni við seinasta parti av síni ph.d. verkætlan við heitinum “A new light on the 4th age“. Gro hevur soleiðis, eins og Ása Róin, í síni gransking serstakan áhuga fyri eldraøkinum. Gro er innskrivað sum ph.d. lesandi á Høyskolen i Buskerud í Noregi. Hon hevur royndir við útbúgvingum á bæði bachelor- og masterstigi. Gro hevur útgivið bókina ”Spis for livet – oppnå harmoni og balanse”, Arneberg forlag.

Vit ynskja Ásu og Gro hjartaliga vælkomnum í starv.