Fróðskapur
02.10.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tveir yrkjarar úr Kvívík - Setursrit 3

Ritgerðir hjá Tummasi Lenvig og Katrini Næs. Turið Sigurðardóttir, ritstjóri. Tórshavn 2006, 67 síður. Kr. 150.00 - ISBN: 99918-98-03-9.


Setursrit 3 við heitinum "Tveir yrkjarar úr Kvívík" er komið í bókabúðirnar. Forlagið Fróðskapur gevur út.  Kristin M. Magnussen, magistari, hevur greitt til prentingar.

Setursrit er ein røð av bókum av Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya við eyðkennisorðunum ”Fuglar flestir gerast nú vísir” eftir Nólsoyar-Páll. Innihaldið hesa ferð er tvær ritgerðir eftir fyrrverandi lesandi á Føroyamálsdeildini, skrivaðar í  sambandi við lesturin.

Ritgerðirnar eru um kvívíkingarnar og yrkjararnar Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur uppi í Trøð. Tummas Lenvig, cand.phil., skrivar um Kvívíks-Jógvan og skaldskap hansara, og Katrin Næs, cand.mag., viðger ta kendu brúðarvísuna hjá Jóan Peturi uppi í Trøð.

Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur uppi í Trøð eru kendir yrkjarar úr føringafelagstíðini. Millum annað hevur Kvívíks-Jógvan yrkt "Kópakvæði" og Jóan Petur uppi í Trøð hevur umframt "Brúðarvísuna" yrkt "Gentukæti" ella "Til Havnar vit fara".

Tummas Lenvig er fyrrverandi lærari í Klaksvík. Hann hevur  m.a. skrivað bókina Fyrsta føroyska skaldsøgan, Regin í Líð: Bábelstornið. Evni og hugsjónir hennara og givið hana út sjálvur. Hann hevur eisini savnað og búgvið til prentingar bøkurnar Ein yrkjari á útoyggj við yrkingum og óbundnum máli eftir føringafelagsmannin úr Fugloy, læraran S. M. Zachariasen. Somuleiðis hevur hann savnað og greitt til útgávu tvey greinasøvn úr tí tjóðskaparligu vekingartíðini, Frælsmannamál við blaðgreinum og fólkafundarrøðum frá 1899 til 1926, og Viljans verk æt fólksins frami við greinum og røðum frá 1921 til 1938.

Katrin Næs er miðnámsskúlalærari og er í løtuni ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Yvirskriftin á ritgerðini hjá Katrini Næs er ein umskriving av teimum kendu orðunum "Menneske først og kristen så, kun det er livets orden," sum eru fyrstu reglur í einum sangi eftir N.F.S. Grundtvig. Hjá Katrin ljóða orðini: "Føroyingur fyrst - og kristin so."

Ritstjóri er Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini. Setursrit 3, "Tveir yrkjarar úr Kvívík," er 67  blaðsíður og kostar 150 kr.