Tvey skeið á masterstigi verða boðin út á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya
28.11.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tvey skeið á masterstigi verða boðin út á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya

Skeiðini eru Psykiatri og heilsa og Gerontologi. Hvørt teirra telur 15 ECTS.


Endamálið við skeiðunum er, at lesandi ogna sær størri forstáilsi fyri og innlit í ta vísindagrundaðu vitan, sum í dag er tøk og at greina og menna praksis út frá nýggjastu vitan innan økið.

Psykiatri og heilsa
Skeiðið fevnir um kvantitativar kanningar, sum lýsa signifikanta vitan um sálarliga heilsu og líðing, og um kvalitativar kanningar, sum lýsa, hvussu menniskja upplivir og tulkar sálarliga heilsu og líðing og hvussu menniskju og samfelag ávirkast sínamillum.

Nærri um skeiði í psykiatri og heilsa kunning og umsóknarblað er her

Gerontologi
Skeiðið fevnir um kvantitativar kanningar, sum lýsa signifikanta vitan um tað at eldast likamliga, sálarliga og sosialt, og um kvalitativar kanningar, sum lýsa, hvussu aldur upplivist og verður tulkaður. Eitt gjøgnumgangandi og týðandi tema verður rehabilitering sum partur av gerontologiskari praksis.
Fortreytir til upptøku til skeiðini eru heilsufaklig útbúgving á bachelor stigi ella Ískoytisútbúgvingin á Fróðskapasetrinum fyri heilsustarvsfólk.

Nærri kunning um skeið í gerontologiog umsóknarblað er her

Skeiðini verða frá viku 8 – 23 í 2016. Nærri kunning og umsóknarblað er á www.setur.fo. Skeiðsgjaldið fyri hvørt skeiðið er 5000 kr. Freistin at søkja er 15. januar 2016.