Tvørfakligt samstarv innan eldraøkið. Sjúkrarøktarfrøðideildin - Pallborðskjak
Fríggjadagin 28. februar 2014 skipaðu undirvísarar og lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini fyri pallborðskjaki við heitinum: “Tvørfakligt samstarv innan eldraøkið”.
Lesandi eru komin í helvt í útbúgvingini, og endamálið við tíðarskeiðnum er at fáa innlit í, meta um og nýta nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá ið vit eldast. Harumframt skulu lesandi ogna sær vitan um heilsuverkið, og hvørji tilboð eru til búfólk og heimabúgvandi. Dentur verður lagdur á evnini endurmenning og tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk og at greiða frá, hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í mun til tvørfakliga samstarvið.
Luttakarar í pallborðinum vóru: Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur, Halldis Joensen, heilsurøktari, Marjun Poulsen, fysioterapeutur og Anna Petersen, ergoterapeutur. Lesandi settu spurningar til luttakararnar og tær greiddu væl frá, hvussu tvørfakliga samstarvið er skipað í praksis innan eldrarøktina í Føroyum. Undir orðaskiftinum var fleiri ferð nevnt, hvussu týdningarmikið tvørfakliga samstarvið er fyri góðskuna á tænastuni til borgaran.
Orðaskiftið gekk væl og lesandi fingu gott innlit í tvørfakliga samstarvið og praksis innan føroysku eldrarøktina; sum sambært fólkaframskrivingum fer at vaksa nógv komandi árini.
Í dag eru umleið 6500 borgarar í Føroyum omanfyri 67 ár og bara 20 ár fram vísa fólkaframskrivingar, at tað fara at verða umleið 11000 borgarar omanfyri 67 ár. Hóast framskrivingar ikki siga nakað beinleiðis um tørvin á almennari hjálp og tænastu – tí tað er treytað av heilsustøðuni hjá eldru borgarunum – so kann tað væntast – um vit taka støði í gongdini undanfarnu árini, at eftirspurningurin eftir almennum tænastum fer at hækka, bæði í mun til nøgd og góðsku.
Pallborðskjakið var seinasta skúladag hjá lesandi, áðrenn tey fara undir eitt 13 vikur langt kliniskt tíðarskeið á røktarheimum og í heimatænastu.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...