Tvørprofessionelt samstarv -  PhD-verja á RUC
11.07.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Tvørprofessionelt samstarv - PhD-verja á RUC

Jóhannes Miðskarð, fólkaskúlalærari og cand. ped., skal fríggjadagin 31. august verja sína doktara ritgerð á Roskilde Universitet.


Evnið í ritgerðini er tvørprofessionelt samstarv, har serstakt fokus er á ta gransking, sum Jóhannes Miðskarð hevur framt í tvørprofessionellum samstarvi millum lærarar, námsfrøðingar og sosialráðgevarar í Danmark og í Onglandi. Eisini hevur Jóhannes í minni mun granskað í, hvussu lærarar og námsfrøðingar samstarva tvørprofessionelt við sálarfrøðingar, politistar og heilsusystrar.

Vegleiðarar hava verið Linda Lundgaard Andersen, professari á Roskilde Universitet og Nick Frost, professari á Leeds Metropolitian University. Í dómsnevndini sita Anne Marie Pahuus, lektari og prodekanur fyri gransking og menning av talentum á Aarhus Universitet, Claire Cameron, professari á  Anglia Ruskin University í Cambridge og Betina Dybbroe, lektari og depilsleiðari á Center for Sundhedsfremmeforsking á Roskilde Universitet.

Tá ið Jóhannes læt sína PhD-ritgerð inn í vár, flutti hann aftur til Føroya. Her hevur hann stovnað eina fyritøku, har hann veitir fyrilestrar, ráðgeving, gransking, skeið og útbúgving. Høvuðsevnið, ið arbeitt verður við, er samstarv – bæði innanhýsis í stovnum og á virkjum og ímillum ymsar stovnar/virkir. Jóhannes Miðskarð loysir uppgávur bæði í almennum stovnum og privatum virkum.

Sum partur av sínum yrki hevur Jóhannes eisini undirvíst á Læraraskúlanum.

PhD-verjan verður hildin sum ein opin fyrilestur við móttøku aftaná. Verjan verður hildin fríggjadagin 31. august kl. 13,00 í bygningi nr. 30 (tætt við bókasavnið á RUC).

Øll eru vælkomin.