Týdningarmikil ph.d.-verkætlan um avradding
Ph.d.-verkætlanin um avradding av sonorantum og aspiratión, sum ungi granskarin, Sandra S. Lamhauge, hevur fingið granskingarstuðul til, er týdningarmikil, sigur Hjalmar P. Petersen, professari
Talan er um phd-stuðul, sum er veittur Sandru S. Lamhauge, og sum byrjar á Føroyamálsdeildini í januar 2022 og trý ár fram.
Endamálið við verkætlanini er at kanna serstøk fyribrigdi í teirri føroysku ljóðskipanini, nærri sagt avradding av sonorantum og aspiratión.
Hetta hoyrist best, um tú bert saman land og lænt. Her er munur á n-unum, har tað seinna er ein avraddaður sonorantur. Aspiratión hoyrist, um tú heldur lógvan framman fyri munnin og sigur hattur. Her hava øll føroysk málføri atblástur, og í eta er atblástur í Vágum, Norðurstreymoy og Eysturoy.
Hesi fyribrigdi eru ikki systematiskt kannað fyrr, og tey eru sjáldsom í heimsins málum.
Og hvønn týdning hevur so slík verkætlan, sum henda hjá Sandru S. Lamhauge?
Her eru í hvussu so er hesi punkt:
1) Tøkni og mál í nú- og framtíð.
2) Vísindalig gransking av málførum við nútímans soft-ware.
3) Upplæring av yngri granskarum, sum kunnu føra gransking víðari og tryggja, at granskingargrundað undirvísing kann halda áfram á Setrinum.
4) Samarbeiði við onnur universitet og harvið uppbygging av netverki.
5) Frálæra í føroyskum sum annaðmál og frálæra til føroyngar av øðrum máli.
6) Universelt eru hesi ljóð sjáldsom.
Øll vitan um føroyska ljóðskipan er umráðandi fyri máltøkni, og tað kemur fram í verkætlanini, Ravni, undir grunninum, Talutøkni, har tey menna ein talukennara.
Av tí at so nógv empirisk gransking manglar, noyðast tey í fleiri førum at gera nøkur kvalifiserað git. Tíð og orka fer til spillis, og sum kundi verið spart, um hendan vitan longu var tøk.
Nógv bygdarmál eru í Føroyum, og nakað er gjørt við gransking av teimum, men enn liggur nógv á láni; serliga gransking har mann nýtir software, sum er frammi í dag.
Sandra S. Lamhauge fer við hesi verkætlan at leggja lunnar undir neyvar fonetiskar kanningar av føroyskum málførum og geva okkum álítandi dátur.
Punkt 3) hevur serligan týdning fyri eina so lítla deild sum Føroyamálsdeildina. Skal granskingargrundað undirvísing framhaldandi vera á Setrinum, so gerst tað bara við, at ungir granskarar sleppa framat; at tey læra vísindarlig háttaløg og koma inn í granskingarumhvørvið, bæði á staðnum og í útlandi.
Raðfestingin, sum er gjørd í hesum føri, er heppin, tí talan er um ungan granskara, ið fær styrk fyri sína útmerkaðu umsókn.
Fari verður ikki ígjøgnum øll punktini omanfyri, men í annaðmálsfrálæru er neyðugt at kenna sítt egna mál fyri at kunna læra onnur, og tað er eisini neyðugt hjá føroyingum, sum skulu læra eitt annað mál, at vita, at á fleiri øðrum málum ber ikki til at hava somu ljóð sum í føroyskum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...