Typu 2 diabetes hjá børnum og ungum
Skriva út

Typu 2 diabetes hjá børnum og ungum

Marin Strøm hevur saman við øðrum skrivað vísindaliga grein við støði í kanning, har hugt varð nærri eftir, um samanhangur er millum typu 2 diabetes hjá børnum og tað, at mamman hevur havt  barnakonudiabetes.


Við í kanningini vóru umleið 1000 ung fólk í aldrinum 9-16 ár. Av hesum vóru helvtin fødd av kvinnum, ið høvdu barnakonudiabetes tá tær gingu við teimum, meðan mammurnar at hini 500 høvdu ikki havt barnakonudiabetes. Tey ungu vóru kannað við atliti at kropsbygnaði og cardiometabolskari heilsu.

Kanningin vísti, at børn hjá kvinnum, ið hava havt barnakonudiabetes, eru í hægri vanda fyri at gerast feit og hava verri cardiometabolska heilsu. Eisini komu døtur hjá kvinnum við barnakonudiabetes fyrr í pubertet, samanborið við døtur hjá kvinnum, ið ikki hava havt barnakonudiabetes.

Kanningin byggir á danskt kanningartilfar.

Meira kann lesast um evni í greinini:
“Adiposity, Dysmetabolic Traits and Earlier Onset of Female Puberty in Adolescent Offspring of Women With Gestational Diabetes Mellitus: A Clinical Study Within the Danish National Birth Cohort.”, Grunnet LG, Hansen S, Hjort L, Madsen CM, Kampmann FB, Thuesen ACB, Granstrømi C, Strøm M, Maslova E, Frikke-Schmidt R, Damm P, Chavarro JE, Hu FB, Olsen SF, Vaag A. Í: Diabetes Care. 2017 Oct 16. pii: dc170514. doi: 10.2337/dc17-0514. [Epub ahead of print]