Týr gevur kanadiskum lesandi hug at kanna føroyska tónleikapallin
06.10.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Týr gevur kanadiskum lesandi hug at kanna føroyska tónleikapallin

Tónleikur fer um landamørk og skapar nýggj sambond. Eitt dømi um hetta er søgan um ein ungan kanadiara, sum í løtuni er í Føroyum og savnar sær tilfar til MA-ritgerð í mannfrøði (antropologi). Evnið, hann skrivar um, er føroyski tónleikapallurin og tónleikavinna.


Joshua Green hevði ongantíð hoyrt Føroyar grettar, tá hann í 2003 varð varugur við fløguna hjá Týr “Eric the red”. Tá var hann 17 ára gamal. Hann gjørdist hugtikin, ikki bert av sangunum og málinum, men eisini av háttinum at endurnýta gamalt siðbundið tilfar í einum nútímans høpi til eitt nýtt ættarlið, og hvussu tað kann eydnast at skapa tilfar, ið eisini vendir sær til ein altjóða lurtaraskara.

Tá hann seinni fór undir at lesa mannfrøði, við serligum denti á siðbundna sangmentan á “University of Alberta” í Kanada, kom hugskotið um at vitja Føroyar. Hann vildi kanna nærri umstøðurnar hjá tónleikinum í einum lítlum landi, ið kortini hevur megnað at ala so mong tónlistafólk og bólkar fram, sum enntá hava hug at gera vart við seg úti í heimi.

Tað var eitt gott høvi at kunna luttaka á altjóða summarskeiðinum, sum Føroyamálsdeildin skipaði fyri í august. Her fekk Josh grundleggjandi kunnleika til føroyskt mál og mentan. Síðani hevur hann vitjað og gjørt viðtal við ymisk fólk innan føroyska tónleikaheimin; listafólk, framleiðarar, fyriskiparar og onnur. Hann hevur roynt at fingið hylling á, hvørjum serligum avbjóðingum føroyskir tónleikarar møta, hvussu og hví summir tónleikarar brúka siðbundið tilfar í nútímans tónleiki, og hvat føroyingar flestir munnu halda um hetta.

Eisini er hann áhugaður í at kanna nærri, hvat tað er, sum fær tónleikarar at velja eitt av teimum trimum málunum, sum føroyingar flestir hava í at velja - føroyskt, danskt og enskt - fram um eitt annað, tá tey skapa sítt listarliga tilfar.

Endamálið við ritgerðini er at fáa eina mynd av føroyska tónleikapallinum sum heild fyri at kunna meta um týdningin av tónleiki í føroyska samfelagnum í dag. Enn er Josh ikki komin so langt áleiðis, hann fæst framvegis við innsavning av tilfari, gongur til framførslur osfr.

Men hann sigur tó, at somikið er vist, at nøgdin er stór og fjølbroytni innan føroyska tónleikaheimin er óvanligt. Hann heldur seg eisini kunna staðfesta, at tónleikur tykist spæla ein rættiliga týðandi leiklut í føroyska samfelagnum í dag. Hetta grundar hann m.a. á ta sannroynd, at tað eru so nógv tiltøk gjøgnum árið, har fólk savnast um tónleik. Eitt sigandi dømi heldur hann midnáttarsangin og dansin á Ólavsøku vera, har túsundtals fólk savnast.
 
Umframt hesar meira yvirskipaðu eygleiðingarnar, so hevur Josh eisini fingið nógv at vita um ítøkiligu umstøðurnar hjá tónleikarum í Føroyum; hvussu tað er neyðugt hjá tí, sum vil liva av tónleiki at vera serliga lagaligur og arbeiðsamur og ikki minst duga at snúgva sær, tá tað ræður um alt tað fíggjarliga. Hann hevur kunnað seg við, hvussu fleiri føroyskir tónleikarar fáa íblástur úr søgu og siðum, og fingið eina hóming av, at tað at vera búsettur í Føroyum hevur við sær nógvar avbjóðingar, men eisini onkrar fyrimunir fyri tey, sum ætla sær undir eina altjóða starvsleið sum tónleikarar.

Joshua Green steðgar í Føroyum til 27. oktober, tað verður spennandi at frætta nærri, tá hann er komin longri áleiðis við ritgerð sínari...