Sanna Klein
10.12.2017
Skriva út

UCAS vegleiðing mikudagin 13. desember

UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabosgøtu 14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.

Ynskir tú vegleiðing í at fylla UCAS-umsóknarbløð fyri 2017 út (við umsóknarfreist 15. januar), so bjóðar Altjóða Skrivstovan nú vegleiðing komandi mikudag, 13. desember frá klokkan 16.15 til 17.30. Vegleiðingin fer fram á J.C. Svabosgøtu 14 í Tórshavn. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin til vegleiðing aðrar tíðir.

Framløgan verður send LIVE her: https://www.youtube.com/channel/UCyQ9W3P6b7lC78qxUMBaLdw/live