Um orðið kava
Vit vita, at øll hini Norðurlondini hava orðið sne, snø ella snjó og at bretar siga snow. Hvussu ber tað til, at vit sum teir einastu her á leið hava orðið kavi, og hvaðani stavar orðið?
(Úr bókini Málmaðurin í útvarpinum 2 veturin 2009-2010 við undirheitinum og so nøkur dómaraavrik. Sprotin 2011)
Spurningurin
Hvaðani kemur okkara orð kavi. Vit vita, at øll hini Norðurlondini hava orðið sne, snø ella snjó og at bretar siga snow. Hvussu ber tað til, at vit sum teir einastu her á leið hava orðið kavi, og hvaðani stavar orðið?
Uppruni
Tað er ikki heilt rætt, at kavi bara er til í føroyskum. Tað er eisini til í norskum, men har merkir tað kavarok. Kavi er til í tí gamla norrøna málinum. Í tí gamla málinum, Norn, í Hetlandi var kavi til í merkingini ‘kavarok’. Íslendskt hevur ikki orðið kava, men í íslendskum finna vit skyld orð, t.d. sagnorðið at kava, sum merkir ‘at vaða í djúpum kava’.
Hetta orðið er skylt við sagnorðið kava í merkingini ‘stoyta seg niður í vatn’ og ‘fara undir kav’. Hesin lurtarin sigur, at øll hini Norðurlondini hava sne, snø, snjó og at sama orð finst í enskum í forminum snow. Ja, og har kunnu vit skoyta uppí, at føroyskt eisini hevur hetta orðið, í t.d. snjóhvítur og snjógvur.
Á føroyskum er kav heilt vanligt í nógvum orðingum: t.d. fara undir kav, sólin fer í kav, okkurt kann koma undan kavi o.s.fr. Kav merkir her ‛havdýpi’. Og tað samsvarandi sagnorðið er at kava (í merkingini ‘at stoyta seg undir vatn’ ).
Tá ið vit siga, at “tað er kavtroðið í mjørka” ella “tað er kavmyrkt í mjørka”, so merkir tað bølamyrkt ella kjaftsvart. Kavi hevur eisini samband við orðini kógv og køva. Orðið kógv hava vit t.d. í mjørkakógv, sum merkir “tjúkkur slavin mjørki”. Upprunamerkingin hjá orðinum kavi er kanska ‘grovur kavaælingur ella kavatjúkn ella toka’. Á norskum merkir kave sum sagt ‘kavarok’ og tað bendir á, at tað hevur við tjúknina sjálva at gera.
Hvat eru vit so komin fram til? Kavi hevur upprunaliga verið brúkt um okkurt tjúkt, svart og ógjøgnumskygt (t.d. um mjørka, myrkt veður, kavaæling). Tá tað kavar, verður ofta myrkt í veðrinum. Síðan hendir ein broyting í merkingini hjá orðinum. Frá at hava havt merkingina “myrkur, svartur” fær orðið nú merkingina “tað avfallið, sum dalar av himli í flykrum”.
Hinvegin hava vit sum nevnt eisini orðið snjó, so hesi bæði orðini snjó(gv)ur og kavi hava livað lið um lið í føroyskum og gera tað framvegis. Men tað er stórur stílmunur á hesum orðum, sum tey verða brúkt í dag: kavi er tað ómarkaða gerandisorðið, meðan snjó hoyrir til skaldskap. Men fyrr í tíðini hevur snjó verið eitt heilt vanligt navnorð – tað benda allar samansetingarnar á (t.d. snjóstøða og snjókelling). Men hví kavi vinnur á snjó í føroyskum veit eg ikki.
Tvær viðmerkingar
Tað komu tvær beinleiðis viðmerkingar til henda táttin. Í øðrum førinum snúði tað seg um ein lurtara, ið, sendi mær eitt teldubræv, har ið hann segði soleiðis:
“Fyri rættiliga nógvum árum síðani kom ein norskur vísustubbi ella møguliga meira eitt yrkingarbrot mær fyri oyra. Hesin ella hetta ljóðar soleiðis: ‘Fisken den leiked i kavet, den leiken den ville hann sjå’ (stavsetingin er møguliga ikki heilt røtt). Eg skilti ikki heilt meiningina og spurdi tí ein norðmann, eg kom á tal við, um hvat hetta merkti. Hann segði mær, at í hesum førinum merkir i kavet tað sama sum í brotinum. So gevur stubbin meining, hóast tað ikki er á hvørjum degi, fiskur sæst spæla sær í brotinum. Spurningurin er so sjálvsagt, um kavet er tað sama sum kavin, vit tosa um, ella er tað eitt heilt annað orð?”
Tað man lítið vera at ivast í, at tað norska kavet er tað sama, sum vit t.d. hava í kav og koma undan kavi, altso tað, sum er fjalt í havinum ella sjónum.
Elduvíks-jógvan sum etymologur
Og so var tað hin viðmerkingin. Tað var ein maður, ið ringdi til mín beint eftir, at sendingin hevði verið endursend um kvøldið. Um eg hevði lisið tað, Robert Joensen skrivar í bókini Minnismyndir og søgubrot? Nei, tað hevði eg ikki. Hann las so upp úr bókini hjá Roberti tað, hann skrivar um kava, meðan eg lurtaði í telefonini. Í hesum brotinum endurgevur hann ein gamlan mann, Elduvíks-Jógvan, sum hann sigur bæði var gávaður og evnaríkur maður. Robert sigur soleiðis um hetta:
“Einaferðina á ellisárum spurdi Elduvíks-Jógvan meg, av hvørjum tað mundi koma, at vit í Føroyum siga “tað kavar”. Meðan norðmenn siga eins og danir “det sner”, og á svenskum siga teir “snør”. Hví á føroyskum kavi, meðan teir í Íslandi siga “snjór”? Eg svaraði, at handan spurningin hevði eg ongantíð hoyrt fyrr, og hevði hatta ikki verið í mínum huga.
“Lurta nú eftir mær, segði Elduvíks-Jógvan. Eg havi hugsað mær hetta. Bretar siga “it is snowing”, tá tað kavar. Sama orðalag sum íslendingar, danir og norðmenn. Men tá bretar siga um at krógva okkurt, hylja okkurt, siga teir “cave it over”. – Tí haldi eg, at vit í Føroyum siga at “tað kavar” við teirri meining, at kavin er farin at krógva, hylja, foldina við snjói.” Eisini nevndi hann at “kava”, “fara undir kav”. –
Hesin Elduvíks-Jógvan varð skrivaður Joen Heinesen, føddur í 1859 og deyður í 1945. Meira kann lesast um hann í bókini Minnismyndir og søgubrot 2 (egið forlag 1990) frá síðu 40 og frameftir
Hetta var serstakliga áhugavert at fáa at vita, og Elduvíks-Jógvan hevur dugað væl at hugsað ein samanhang millum tey ymsu málini. Vit báðir Elduvíks-Jógvan eru samdir um ta upprunaligu merkingina av kava. Tá eg fyrireikaði sendingina, brúkti eg orðini hylja, fjala, men hesi orðini vórðu ikki brúkt í sendingini, men sum sagt vóru tey mær í huga, meðan eg sat og hugsaði um spurningin.
Sambært teirri íslendsku upprunafrøðiligu orðabókini, sum eg ofta havi víst til aðrastaðni í hesi bók, merkir sagnorðið at kava ‘at stoyta seg niður í vatn’ og ‘vaða í djúpum kava’. Í orðabókini verður eisini víst til navnorðið kavi, ið kann merkja ‘tjúkkur roykur’. Í fornsvenskum finst navnorðið kvaf og í svenskum bygdarmálum kvav og tað tilsvarandi sagnorðið kvave. Í jútskum finst orðið kave í merkingini ‘kavaæl, kavatjúkn’. So tað man lítið vera at ivast í, at kavi upprunaliga merkti okkurt, sum ikki sást ígjøgnum, okkurt tjúkt, sum fjaldi okkurt. Um enska cave kann hava sama uppruna, veit eg ikki, men eftir tí, sum Elduvíks-Jógvan sigur, so ljóðar tað ikki heilt ósannlíkt.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...