Um pápar og familjulív í Føroyum
Firouz Gaini hevur fingið stuðul til nýggja verkætlan, sum byrjar á Søgu og Samfelagsdeildini 1. november í ár, har evni er um pápar og familjulív í Føroyum
Umframt Firouz, luttaka Runa Preeti Ísfeld, Lív Patursson, og Kári Holm Johannessen úr Føroyum, og Ann-Dorthe Christensen, professari á Aalborg Universitet, úr Danmark.
Heitið fyri verkætlanin er “Faroese Fatherhood in Transition? Exploring everyday life, family relations, and masculinity across two generations of men in contemporary Faroe Islands”. Verkætlanin skal kanna støðuna og leiklutin hjá pápum í Føroyum í dag.
Við verkætlanini er ætlanin at varpa ljós á broytingum í samfelagnum (arbeiðsmarknaðar- og familjuviðurskifti) við støði í gerandislívinum, familjulívinum, og kynssamleikanum hjá pápum, sum umboða tvey ættarlið.
Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við granskarar á Center for Maskulinitetsstudier (CeMAS) í Aalborg.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...