Um –sa klitika
Frá hans-a, hennar-a, okkar-a til Jákupsa og børninisa.
Í nýggjasta Arkiv för Nordisk Filologi, nr. 131 er ein grein um –sa klitika í føroyskum. Í greinini verður víst, hvussu hetta klitika spreiðir seg í nútíðarmálinum. Upprunaliga varð tað brúkt saman við skyldskaparorðum eins og ‘ommusa kleynur’ og sernøvnum eins og ‘Lenusa John’.
Í greinini verður víst, at –sa nú er brúkt saman við sernøvnum eins og ALS ‘í ALSsa tíð’. Eisini eru dømi, har –sa klitika er brúkt saman við fornøvnum (hinumsa) og við navnorðum eins og ‘børninisa’ í ‘hví gert tú tað so ikki fyri børninisa skyld’.
Í greinini verður komið inn á upprunan til –sa. Sett er fram tann hypotesan, at hetta er tann gamla endingin í hvørsfalli í fleirtali. Hendan var upprunaliga sett aftur at persónsfornøvnum sum ‘hans-a’ (ein formur, sum er til hjá Svabo), ‘hennar-a’, ‘okkar-a’, ‘tykkar-a’. Haðani breiðir tað seg til sernøvn eins og ‘Jákupsa’ og er fyrstu ferð sætt í heitinum á táttinum ‘Jákupsa skegg’. Dømi eru eisini um, at hvønnfalsognarmynstur fáa –sa aftur at sum í Mattheusarevangeliinum í týðingini hjá Schrøter, har dømi eru um slíkt sum ‘hús Petursa’, ið gongur aftur til ‘hús Petur’. Her er –sa lagt afturat fyri at gera ‘ogn’ týðiligari.
Greinin er:
2016: “The Spread of the Phrasal Clinic sa in Faroese” í ANF 131:105-128
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...