10.03.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Um søguna hjá týðing í føroyskum barnabókmentum

Turið Sigurðardóttir hevur nýggja grein um søguna hjá týðing í føroyskum barnabókmentum


Greinin "Translation in Faroese Children´s Literature" stendur í bókini Northern Lights -
Translation in the Nordic Countries, ið er útkomin á vísindaforlagnum Peter Lang 2009, bls. 181-89. Ritstjóri er B. J. Epstein.

Í greinini verður víst, at týddar føroyskar barnabøkur eru ikki ein skipan, sum er til uttan samband við upprunaligar føroyskar barnabøkur, hóast tað tykist soleiðis í tí mesta, sum er skrivað um føroyskar barnabøkur. Týðingar eru vaksandi partur av føroyskum barnabókmentum, í reinum tølum eins væl og lutfalsliga. Tær eru ein partur av tí føroyska bókmentakervinum frá Robinson Kruso, sum hjálpti til at stovna føroyskar barnabókmentir, til Harry Potter og Hálvblóðsprinsin, ta oftast læntu bókina á Barnabókasavninum í Havn 2007.