Um viðgerð av seismiskum dátum
Hvat er seismikkur og hvat hevur tað við oljuboringar at gera? Tað kann spyrjast, nú tvær oljuboringar standa fyri framman á føroyska landgrunninum
Seismikkur er ljóðbylgjur (og aðrar bylgjur), sum ferðast gjøgnum jørðina og geva okkum ábendingar og upplýsingar um, hvussu jørðin er 'skrúvað saman'. Seismiskar bylgjur kunnu stava frá jarðskjálvtum, men í oljuleitingarhøpi er talan um bylgjur, sum vit ið gera kanningar sjálv senda gjøgnum jørðina við at nýta eina keldu (t.d. luftkanón ella dynamit). Tá signalið sum vit senda rennir seg í broytingar í jørðini (t.d. umskaringar, markamót, salt, ella legugrýti við kolvetni), so verður ein partur av seismisku signalunum sendur aftur (reflekteraður). Hesar reflektiónirnar verða mátaðar við serliga fíntfølandi trýstmátarum (í sjógvi rópt hydrofonir, á landi geofonir), sum máta trýstmunir heilt niður í eitt mikrobar ella minni, og við einum upptøkutíttleika (sampling rate) á 1-2 millisekund. Er upptøkutíttleikin 2 millisekund (t.e. 500 upptøkueindir pr. sekund), so ber til at endurgeva álítandi (non-aliased) frekvensir upp til 250 Hz. Hetta markið verður rópt Nyquist frekvensurin, sum er givin við fnyq=1/(2∆t), har ∆t er upptøkutíttleikin. Vanliga verða seismiskar dátur upptiknar við einum upptøkutíttleika á 1 ella 2 ms, men verða undir viðgerðini broyttar (re-samplaðar) til 4 ms. Hetta gevur ein Nyquist frekvens á 125 Hz, ið verður mettur at vera ríkiliga høgur í mun til tey signalini, sum til ber at endurgeva. Fyri at forða fyri, at følsk signal verða endurgivin verður eitt anti-alias filtur nýtt, sum liggur beint niðanfyri Nyquist frekvensin (t.d. eitt Butterworth filtur á 90 Hz við stigvísari doyving á 72 dB/Oct). Anti-alias filtur verður nýtt fyri at sleppa undan skeivum endurgevingum, har t.d. eitt markamót ið hellir til høgru kann síggja út, sum tað hellir til vinstru. Hetta við aliasing kann samanberast við eitt hestavognshjól, ið hóast tað koyrir frameftir sær út sum tað melur aftureftir.
Nakað, sum kanska ikki øll geva sær far um, tá tosað verður um seismikk, er at ráur seismikkur kann ikki brúkast til serliga nógv. Seismikkurin skal viðgerast, áðrenn hann kann brúkast. Sagt eitt sindur fýrkantað kann óviðgjørdur seismikkur samanberast við óviðgjørdan fisk, t.e. rávøra, ið skal virkast, áðrenn hon er klár at lata brúkaranum. Viðgerð (processing) av seismikki er ein sera víttfevndandi vísindagrein, og tað finnast nærum eins nógvir hættir at viðgera seismikk, sum tað finnast viðgerarar. Men tá alt kemur til alt, so snýr tað seg um at sálda so nógv órógv frá seismikkinum sum gjørligt, uttan at skaða signalini. Hetta verður á enskum rópt at økja um the signal-to-noise ratio.
Til høgru eru seks myndir, sum vísa úrslit av marin-seismiskari viðgerð. Myndir 1-3 vísa nakrar skotsamlingar (shot gathers) áðrenn og eftir viðgerð, umframt munin millum hesi. Myndir 4-6 vísa stakkaðar dátur áðrenn og eftir viðgerð umframt munin. Stakkaðar dátur kunnu samanberast við at síggja inn í eitt berg og fláirnar har. Dáturnar sum eru vístar her eru viðgjørdar fyri alduórógv og annað órógv, men ikki fyri multiplar og eru heldur ikki migreraðar.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...