Umboð fyri Fróðskaparsetrið vitja Unimore í Modena og Reggio Emilia
20.07.2018
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Setursskrivstovan
Skriva út

Umboð fyri Fróðskaparsetrið vitja Unimore í Modena og Reggio Emilia

4. juli 2018 vóru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya á formligari vitjan á lærda háskúlanum í Modena, ið nevnist Unimore, sum er stytting fyri Universitetið í Modena og Reggio Emilia.


Við í ferðalagnum vóru m.o. Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Erla Olsen dekanur á Námsvísindadeildini, Jógvan í Lon professari á Føroyamálsdeildini og Magni Arge italskur konsul í Føroyum.

Umboðini fyri Fróðskaparsetrið vórðu móttikin á meginskrivstovuni á Palazzo del Rettorato, har rektarin á Unimore, Angelo O. Andrisano professari, beyð føroysku gestunum væl komnum. Rektararnir skiftu orð um framtíðar samstarvsmøguleikar millum universitetini bæði. Sigurð í Jákupsstovu rektari greiddi frá Fróðskaparsetrinum, søgu stovnsins og teimum verkevnum, ið Setrið arbeiðir við, serliga við atliti at samstarvi innan ávísar frøðigreinar, so sum sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og náttúrufrøði, m.a. veðurfrøði og jarðfrøði. Sergio Ferrari professari og vararektari við ábyrgd fyri altjóðadeildini á Unimore greiddi somuleiðis frá teirra universiteti, sum varð stovnað í 1175, og tískil telist millum elstu universitet í Evropa.

Eisini vóru umboð fyri fróðskaparfelagið í Modena landsluti – Accademia Lo Scoltenna – við á fundinum. Bæði formaðurin Livio Migliori og næstforkvinna felagsins Federica Badiali, vóru eisini í Føroyum í november mánaði í fjør, tá Fróðskaparfelag Føroya skipaði fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um føroyska gransking.

Á fundinum millum rektararnar varð skift orð um avtaluna millum Fróðskaparsetur Føroya og Unimore, sum varð endaliga staðfest fyri umleið tveimum mánaðum síðan. Serliga varð skift orð um møguleikarnar hjá granskarum og lesandi at taka lut í verkevnum og útbúgvingarskráum, hvør hjá øðrum, eitt nú innan heilsufrøði, veðurfrøði, gransking í sambandi við umhvørvisdálking og námsfrøði.

Aftan á fundin á høvuðsskrivstovu rektarans var vitjað á deildini fyri heilivág og skurðviðgerð, har Paola Ferri professari og Daniela Mecugni útbúgvingarleiðari vístu nýggja og sera framkomna simulatorútgerð fram. Útgerðin er sett saman av dukkum og teldum, sum kunnu simulera mannakroppin, har tey lesandi kunnu gera sínar grundleggjandi royndir. Stórur dentur varð lagdur á, at henda útgerð er ikki ætlað at verða nýtt ístaðin fyri veruligar royndir, sum sjúkrarøktarfrøðilesandi skulu gera, men ístaðin vera ein grundleggjandi hjálp til betur at skilja tað, sum fer fram í sambandi við eina sjúkraviðgerð.

Eftir vitjanina á heilsufrøðideildini varð vitjað á verkfrøðideildini á LARMA, sum er starvstova, ið savnar dátur og ger greiningar av umhvørvismátingum av ymiskum slag. Har greiddu ávikavist Sergio Teggi professari og Luca Lombroso professari frá hesum virksemi, saman við stjóranum fyri DIEF, Alessandro Capra professara.

Stórur partur av veður- og umhvørvisdátunum, sum LARMA arbeiðir við, stava frá mátistøðum uppi á fjallinum Cimone, sum er hægsta fjallið í Norðurappeninunum. Veðurstøðin á fjallinum Cimone er elsta núverandi veðurstøðin í Evropa, og við longstu støðugu veðurmátingum. Hesar mátistøðir eru ikki opnar fyri almenninginum, so tað var rættiliga forkunnugt hjá føroyska hópinum at sleppa at vitja støðina, sum herurin umsitur.

Dagin eftir varð vitjað á Loris Malaguzzi stovninum í Reggio Emilia, sum er heimskendur fyri sínar sermerktu námsfrøðiligu tilgongdir, serliga í sambandi við vøggustovu og barnagarð. Chiara Spaggiari, samskipari á Reggio Children stovninum greiddi frá og vísti fram um søgu, arbeiðshættir og tilfar sum nýttir verða.