27.02.2015
Námsvísindadeildin
Skriva út

Umrøða av vegleiðaraútbúgvingini í norðurlendskum tíðarriti

Á heimasíðuni www.nordvux.net, vóru í januar tvær greinir, ið umrøða vegleiðaraútbúgvingina á Setrinum.


Hendan heimasíðan er heimasíða NVLs, sum er norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving.

Fyrra greinin, ið Kristianna Winter Poulsen hevur skrivað, hevur heitið “Vejlederuddannelse på Færøerne – nordisk samarbejde i praksis”. Les greinina á hesum leinki 

Seinna greinin, ið hevur heitið “Spændende eventyr på Færøerne”, byggir á samrøðu við Sif Einarsdóttur, útbúgvingarleiðara og professara við Háskóla Íslands, ið eisini samskipar VALA-netverkið.  Les greinina á hesum leinki og um VALA her.