Umsøkjaratalið til hægri lestur slær øll met
Talið av umsóknum er 563, ið er 184 fleiri enn í fjør. Nýggjar útbúgvingar eru ein partur av orsøkini.
Umsøkjaratalið til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum er støðugt vaksið seinnu árini. Fríggjakvøldið á midnátt var seinasta freist at søkja til komandi lestrarár, og ongantíð áður hevur áhugin fyri at lesa á Setrinum verið so stórur sum nú.
Umsøkjaratalið slær øll met. Í ár hava tilsamans 563 søkt um upptøku, hetta er munandi meira enn metárið í fjør, tá 379 søktu um upptøku.
Setrið arbeiðir støðugt við at menna nýggjar útbúgvingar. Í ár bjóðar Setrið á fyrsta sinni út hjánám í støddfrøði, bachelor í búskaparfrøði og master í fólkaheilsu, og tilsamans eru 101 umsøkjarar til hesar útbúgvingar.
Kynsbýtið millum umsøkjararnar til bachelorútbúgvingarnar umframt hjánám er 36% menn og 64% kvinnur, sum er 170 menn og 302 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 295 søkt umvegis kvotu 1 og 177 umvegis kvotu 2.
Upp til 30% verða tikin inn eftir kvotu 2.
Fyrisitingin fer nú undir at viðgera umsóknirnar. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, sæst høgrumegin.
Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...