Umsóknarfreist er á midnátt
Fimm master- og 11 bachelorútbúgvingar standa lesandi í boði hetta lestrarárið, og umsóknirnar skulu sendast nú. Her eru leinki til tær allar
Á midnátt er freistin at søkja inn á Fróðskaparsetrið.
Útbúgvingarnar eru nógvar í tali og fevna breitt. Skal tú undir framhaldslestur, eru tildømis fimm masterútbúgvingar at velja í.
Til dømis kanst tú lesa master í heilsuvísindum. Talan er um heilsufakliga masterútbúgving, sum í útgangsstøði er hálvtíðarlestur, men kann takast sum fulltíðarlestur.
Eisini hevur Føroyamálsdeildin master í føroyskum, og so eru tær tríggjar masterútbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeildini, politikkur og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging og søga.
11 bachelorútbúgvingar
Bachelorútbúgving er sjálvstøðug útbúgving, men er eisini grundarlag undir viðari lestri á masterstigi. Og har hevur Fróðskaparsetrið 11 ymsar á tímatalvuni komandi lestrarár.
Tú kanst lesa mál og bókmentir á Føroyamálsdeildini við at taka ein bachelor í føroyskum.
Á Námsvísindadeildini kanst tú lesa til fólkaskúlalærara og námsfrøðing.
Vilt tú heldur arbeiða í heilsuverkinum, so kanst tú gerast sjúkrarøktarfrøðingur við at taka bachelor á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Eru tað náttúruvísindini, sum draga, so eru tríggjar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini, lívfrøði, KT-verkfrøði og mýlalívsvísindi.
Og fimm bachelorútbúgvingar eru at velja í á Søgu- og samfelagsdeildini. Bachelor í søgu - smátjóðir og altjóðagerð, politikkur og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging og búskaparfrøði.
Vit hava savnað allar útbúgvingarnar í hendan faldaran, so tú fært betri yvirlit.
Umsóknarbløð eru her.
Og her eru nøkur góð ráð til tín, sum nú fert undir lestur.
VÆLKOMIN Á SETRIÐ! :-)
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...