Umsóknarfreistin nærkast
28.06.2015
Setursskrivstovan
Skriva út

Umsóknarfreistin nærkast

Mikudagin, 1. juli á midnátt, er umsóknarfreistin at søkja inn til lestur á Setrinum.


Í ár er møguleiki at søkja inn á 8 av bachelorútbúgvingum á Setrinum. Hesar eru:


Eisini verður fyri fyrstu ferð tikið upp til nýggjar masterútbúgvingar í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting. Hendan Masterlæra er masterskipan ment við støði í, at ein lítil arbeiðsmarknaður sum tann føroyski hevur bæði tørv á fólki við fakligari dýpd, men samstundis eisini við breidd í kompetansum. Fyriuttan førleikar á høgum altjóða støði, verður dentur lagdur á, at hvør lesandi skapar sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Tað verður gjørt ígjøgnum uttanlandsuppihald, praktikkuppihald á virki ella stovni, og gjøgnum problemgrundaðar verkætlanir. Nærri kunning um hesar útbúgvingar og serliga útbúgvingarleistin sæst her.

Og aftur í ár er eisini møguleiki at søkja inn á bæði MA-útbúgving í Løgfrøði og MA-útbúgving í Føroyskum

Umsóknarfreistin at søkja inn á nevndu útbúgvingar er komandi mikudag 1. juli á midnátt.

Les meira um upptøku og tak niður umsóknarblað og leiðbeining her.