03.06.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Umsóknarfreistin til MA í Vegleiðing longd 1 viku

Avgerð er tikin um at leingja umsóknarfreistina til at søkja inn til parttíðarlestur í lestrar- og yrkisvegleiðing á masterstigi til komandi mánadag 10. juni 2013.


Stórur tørvur er á útbúnum vegleiðarum í Føroyum, bæði innan fólkaskúla, miðnám, aðrar skúlar, á Fróðskaparsetrinum og á arbeiðsmarknaðinum. Uppgávur vegleiðarans eru fjøltáttaðar og fevna m.a.um øll viðurskifti, ið hava við lestur, lestrartøkni, trivnað og val av útbúgving og yrki at gera. Til tess at nøkta hendan tørv, hevur Mentamálaráðið boðað frá, at útbúgving av vegleiðarum skal raðfestast í 2013. Tí er Setrið farið til verka, saman við Háskóla Íslands og umboðum úr vegleiðaraumhvørvinum í Føroyum, at leggja lunnar undir eina komandi vegleiðaraútbúgving. Útbúgvingin, ið fær heimstað á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er skipað sum ein yvirbygningur á Masterstigi (120 ECTS), ið byggir á aðra viðkomandi útbúgving, ið er minst á Bachelorstigi (t.d. fólka- ella miðnámsskúlalærari). Fyrsta modulið (15 ECTS), har høvuðsinnihaldið verður samskifti, etikkur og vegleiðaraástøði, verður boðið út við lestrarbyrjan í 2013. Námsstigini, ið fevna um 15 ECTS per lestrarhálvu, svara til hálvtíðarlestur. Útbúgvingin, ið er granskingargrundað, verður skipað við eini blanding av intensivum seminarum, lestrarbólkum, sjálvlestri, og samskifti umvegis fjarlestur.

Endamál við útbúgvingini

Málið er at førleikamenna virkandi og nýggjar vegleiðarar, at menna vegleiðing í Føroyum, og at  professionalisera vegleiðarar og vegleiðarayrkið, eins og siðvenja er í londunum rundanum okkum. Flestu vegleiðarar innan føroyska útbúgvingarverkið hava lítla ella als onga fakliga útbúgving innan vegleiðing sum yrki, so tí er nýggja útbúgvingin eitt kærkomið útbúgvingarstig, og ein liður í skipan og menning av allari lestrar- og yrkisvegleiðing í Føroyum. Við nýggju útbúgvingini fær Setrið høvi at integrera trý kjarnuøki innan universitetsútbúgvingar: gransking, praksis og samfelagsávirkan.

Upptøkutreytir:

  • Útbúgving á Bachelor stigi ella hægri
  • Læraraútbúgving (gamla skipanin) og minst tvey ára arbeiðsroyndir sum vegleiðari í fólkaskúlanum ella á øðrum skúla/stovni.
  • Førleiki at lesa, skriva og samskifta á enskum.
  • Ein motiverað umsókn á umleið eina síðu, har umsøkjari hevur møguleika at greiða frá viðkomandi royndum sum vegleiðari ella øðrum viðkomandi royndum, og/ella hví hann/hon ynskir at fara undir hesa útbúgving.
  • Ískoytiskrøv viðvíkjandi upptøku í 2013:
    • Umsøkjarar, ið ikki hava lokið útbúgving á bachelorstigi (t.e. læraraútbúgving sambært gomlu skipanini) skulu luttaka á einum stuttum innleiðsluskeiði í  vísindaáðstøði, áðrenn lestrarbyrjan. Hetta skeiðið verður eftir ætlan í viku 35. Skeiðið er valfrítt fyri lesandi, ið annars lúka upptøkutreytirnar til MA-lestur.


Undirvísingarmál

Undirvíst verður á føroyskum, enskum og skandinaviskum máli. Av tí orsøk, at flestu lærubøkurnar eru á enskum máli, og at undirvísingin lutvíst fer fram á enskum, er neyðugt at hava førleikar í enskum.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja um upptøku til MA í Vegleiðing er mánadagin 10. juni 2013.

Nærri kunning
Nærri kunning um útbúgvingina her . Eisini ber til at venda sær til lestrarvegleiðingina í miðfyrisitingini á studvegl(at)setur.fo