Skriva út

Umsóknir til lestur í 2011

Aftur í ár er stórur áhugi fyri at lesa á Fróðskaparsetri Føroya. Út ímóti 300 umsóknum til lestur í 2011.


Nú umsóknarfreistin er farin, hevur Fróðskaparsetrið fingið tilsamans 273 umsóknir. Niðanfyristandandi yvirlit vísir at størsti áhugin er fyri útbúgvingum sum lærari, námsfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingur, men talið á teimum, sum vilja lesa føroyskt og samfelagsfrøði/søgu er eisini stórt. Náttúruvísindadeildin er einasta deild, sum ikki tekur studentar upp á hvørjum ári. Sæð í mun til hetta, er talið av umsóknum í 2011 áleið tað sama sum í 2010. Tikið verður upp aftur til allar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum í 2012. Setrið fegnast um tann alstóra áhugan fyri útbúgvingunum.
 
Yvirlit yvir tal av umsóknum til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum 2011:
 
28 umsóknir til føroyskt
81 umsóknir til lærari
69 umsóknir til námsfrøði
49 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði
38 umsóknir til samfelagsvísindi
  8 umsóknir til søgu