Umsóknir um studning til fyrireikandi vitjanir
Nordplus Junior og Vaksin kunnu nú søkja um fígging til fyrireikandi vitjanir.
Norðurlendska Ráðharraráðið umbiður hervið umsóknir til fyrireikandi vitjanir. Umsóknarfreistin er mikudagin tann 1. oktober 2014. Umbønin er bert galdandi fyri Nordplus Junior og Nordplus vaksin.
Studningur til fyrireikandi vitjanir verður veittur til luttøku á fundum, har umboð fyri stovnar frá ymsum londum ynskja at fyrireika og orða eina felags verkætlanarumsókn frammanundan komandi høvuðusumsóknarfreistina í 2015. Umbønir um umsóknir til alt virksemi og undirprogrammir verða kunngjørdar í tíðarskeiðnum frammanundan høvuðsumsóknarfreistina tann 1. mars 2015.
Fleiri upplýsingar um programmið, tess virksemi og umsóknarkrøv eru at finna í Nordplus Håndbogen 2014
Stovnar, sum leita eftir einum norðurlendskum samstarvsfelaga, kunnu finna uppskot til møguligar samstarvsfelagar í Nordplus Partnersøgningsdatabase
Online umsóknarskipanin til umsókn um studning til fyrireikandi vitjanir er at finna her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...