- Umsorgan skal vera sjónligur partur av búskapinum
- Vit skulu hava feminismu í landsins stjórn. M.a. hetta segði Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, í røðu á kvinnudegnum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Vit endurgeva røðuna niðanfyri
Fyriskipararnir spyrja í kvøld: Hvussu sær eitt "post-patriakalskt samfelag út?".
Spurningurin leggur upp til, at vit endurhugsa okkara núverandi kynsmentan og ímynda okkum eitt alternativ.
Her fáa tit mítt boð uppá eitt svar.
Fyri at kunna kjakast um øðrvísi relatiónir millum menn og kvinnur, noyðast vit sum kvinnur at knýta saman stirvnu kynsmentanina, og hvussu hon formar, hvørji val vit gera - og hetta serliga fyri okkara ættarlið av ungum kvinnum. Og sjálvt um eg eygleiði eitt ungt ættlarlið av kvinnum og monnum, sum eru minni bundin at siðunum, so eru vit framvegis eitt sera siðbundið samfelagið.
Um eg hugleiði eitt sindur aftur í tíð, kann sigast, at eins og í dag, hava føroyskar kvinnur søguliga verið kular, dugnaligar og arbeiðssamar. Men tær eru burtur úr søguskriving. Mær rennur til hugs ommu mína, ein sera gløgg kvinna, sum í 1930unum ynskti sær so brennandi eina útbúgving. Hon spurdi fleiri ferðir foreldrini um at sleppa niður at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, men fekk eitt nei. Foreldrini hildu ikki, at hon hevði brúk fyri eina útbúgving, og haraftrat var heimurin alt ov vandamikil fyri kvinnur.
Lukkutíð er alt hetta væl og virðiliga broytt. Í dag hava vit alskins valmøguleikar. Í lóggávu verður ikki gjørt mismunur vegna kyn. Vit kvinnur eru sera virknar á arbeiðsmarknaðinum. Men hví eru ójavnar so viðvarandi - hvat er trupulleikin?
Eg havi hug at byrja við at tríva í tað, sum rithøvundin, Justine Musk sigur um patriarki:
"The enemy of feminism isn’t men. It’s patriarchy, and patriarchy is not men. It is a system, and women can support the system of patriarchy just as men can support the fight for gender equality".
Her minnir Justine Musk okkum á, at vit kvinnur ofta ótilvitað stuðla okkara siðbundnu kynsskipan. Vit spæla við, um eg so kann siga, og eru við til at halda lív í kynsskipanini. Og somuleiðis er javnstøðustríðið ikki bert ein kvinnuspurningur. Menn eiga at vera ein partur av stríðnum fyri javnstøðu, og tíbetur eru nakrir meira modernaðir menn í dag, sum eru samdir í hesum.
Men hví kunnu vit ikki bara hugsa út um okkara kynsskipan?
Her liggur trupulleikin. Vit hava nevniliga ikki eitt veruligt alternativt modell, sum kann setast ístaðin. Tí er hetta kjakið í kvøld týðandi. Áðrenn eg hugleiði um trupulleikan við logikkinum í okkara núverandi kynsskipan, og hvussu hon avmarkar kvinnur, skal eg nevna nøkur eyðkenni, sum standast av okkara kynsskipan.
• Tað eru menn, sum í stóran mun mynda almenna samfelagið, eru í valdspositiónum, eru ríkari enn kvinnur og sita á tí mesta av tilfeinginum.
• Tann undirliggjandi diskursurin á arbeiðsmarknaðin er, at arbeiðið hjá monnum hevur størri týdning enn tað hjá kvinnum (teir kunnu vit ikki vera fyri uttan, t.d. undir barsli).
• Menn eru meira mobilir (kvinnur, sum pendla t.d. úr Suðuroy til Havnar ella uttanlands, kunnu vera roknaðar sum minni góðar mammur).
• Og eisini á teimum siðbundnu mannfólkaøkjunum, har kvinnur gera vart við seg, er dagsskráin framvegis soleiðis háttað, at tað eru kvinnur, sum skulu laga seg til eina mannfólkaverð, heldur enn vera við at mynda tað, so øll kunnu vera við.
Hatta vóru so eyðkennini við okkara kynsskipan. Tað førir meg til grundleggjandi trupulleikan í okkara kynsskipan, og um eg skal seta tað eitt sindur hvast upp, so hevur kynsskipanin við sær, at kvinnur í veruleikanum bert hava tveir yvirskipaðar møguleikar:
1. Annaðhvørt at tillaga seg kvinnuligar leiklutir og atburð, t.d. arbeiða minni, tvs. lønt arbeiði, taka sær av børnum og heimi, lata mannin sleppa at røkja sína yrkisleið, og tær halda seg aftur við at bjóða seg fram.
2. Hin møguleikin er at royna at blíva sum ein maður, t.d. raðfesta arbeiði fremst, laga okkara klædnastíl til og halda okkum frá femininum litum. Her er missurin kanska samvera við børnini, og at vit kanska enda við at linka um tað, sum vit eru ella vilja vera.
Men hvørgan av hesum møguleikunum eru vit fult nøgdar við í dag. Eftir stendur spurningurin, hvussu skulu vit vera kvinnur?
Hvat er so alternativið?
Fyri at tosa um loysnir, skal eg fyrst siga eitt sindur um, hvussu virkisøki í samfelagnum eru býtt upp í tað maskulina og feminina.
Vit kunnu býta samfelagið upp í tvey virkisøki:
1. Tað fyrsta fevnir um fígging, framleiðslu og umboðan (politisk umboðan av samfelagnum).
2. Og so er tað nøring og umsorgan. Á hesum virkisøkinum verða børn fødd, skulu uppalast, stuðlast og mennast. Hesin parturin hevur størst virði, men fær ikki samsvarandi fíggjarligt virði eins og fígging og framleiðsa.
Hesi bæði virkisøkini eru djúpt heft hvørt at øðrum. Men umsorgan, bæði privat og eisini, tá tað verður professionaliserað, er og hevur verið eitt kvinnuøki. Tað vil siga, at hóast menn eisini eru umsorganarfullir, og hóast kvinnur eisini arbeiða við fígging, framleiðslu og umboðan, so eru tey bæði virksisøkini viðgjørd og sett upp sum ávikavist maskulin og feminin.
So mín pástandur er, at umsorganarøkið er ein tann mest týðandi konteksturin fyri ójavnstøðu - eisini hjá monnum.
Vit eru noydd til at bróta niður forðingarnar, sum halda hesi tvey virkisøkini - framleiðslu og fígging og so nøring og umsorgan -, so fjart hvørt frá øðrum.
Í stuttum meti eg, at tað er ein fortreyt fyri eini alternativari kynsskipan, at vit fáa eitt umsorganarsamfelag, har umsorgan verður nógv fremri raðfest, har tað hevur eitt høgt virði, og har øll, uttan mun til kyn, bæði kunnu og eiga at luttaka.
Í einum umsorganarsamfelagi verður eingin maður hartaður ella fær viðmerkingar, um hann fer í barnsburðarfarloyvi ella raðfestir børnini fram um arbeiði.
Tað skal vera legitimt hjá dreingjum og monnum at hava ein umsorganarfullan atburð, at arbeiða við umsorgan, og eitt fokus á umsorgan skal vera í búskapinum.
Í umsorganarsamfelagnum er tað legitimt og ábyrgdin hjá øllum at luttaka virkið við umsorgan. Tað vil siga, at á samfelagsstigi skulu menn ikki neyðturviliga vera bundnir tættari at arbeiðsmarknaðin enn kvinnur. Kvinnu hava rætt og ábyrgd at bjóða seg fram og luttaka og hava ávirkan. Og kvinnur eru ikki tættari bundnar at umsorgan - annað enn til barnsburð og bróstageving. Tað snýr seg ikki um, at vit skulu arbeiða meira, ella hava minni umsorgan fyri børnnuum. Tað skal bara ikki vera kynsbundið og fylgt við fordómum um, hvør ger tað.
Við hesum fortreytum eri eg komin til tey punktini, sum eg síggi gerast møgulig í eini tílíkari kynsskipan, sum eg havi greitt frá omanfyri.
Hesi eru:
1) Tað er sett eitt fíggjarligt virði á umsorgan. Menn og kvinnur luttaka á jøvnum føti í umsorgan, bæði lønt og ólønt.
2) Skal vera ein sjálvfylgja, at menn eisini fara í barnsburðarfarloyvi. At menn luttaka á øllum økjum, har børnini eru, t.d. á stovnum. Og tað merkir, at kvinnur noyðast at sleppa eitt sindur.
3) Kvinnur bjóða seg fram og krevja sítt pláss í leiðslu, politikki, til nevndarsessir (og um neyðugt við lóg)
4) Menn eru leysir av trýstinum at noyðast at luttaka í ráðandi maskulinitetinum - og teir skulu ikki neyðturviliga vera høvuðsforsyrgjarar. Tað er ikki bara ein máti at vera maður, og heldur ikki bara ein máti at vera kvinna.
5) Byrja við børnunum: Ójavni íkemur ikki nústani, tá ein er blivin vaksin. Børn skulu eksponerast fyri øllum møguleikum og ikki bara fyri kynsstereotypiskum leiklutum.
6) Og til seinast, so er ein aðalpartur í eini alternativari kynsskipan, at landsleiðslan raðfestir javnstøðu og áhaldandi arbeiðir við henni, verjir hana - heldur enn sum nú, har broytingar koma frá grasrótunum.
Vit skulu hava feminismu í landsins stjórn.
Takk fyri.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...