Setursnámsfrøði 2020 (2).jpg
Skeiðsluttakararnir vóru við Gjógv til fakligt innleiðsluskeið í síðstu viku
Elsa Maria H. Hansen
23.11.2020
Setrið
Skriva út

Undirvísarar á skeiði í setursnámsfrøði

Í síðstu viku byrjaði aftur skeið í universitetspedagogikki, sum hevur til endamáls at góðskutryggja undirvísingina á Setrinum

Skeiðið, sum er á masterstigi, er fyri undirvísarar á Setrinum, og tað eru Kalpana Vijayavarathan og Hans Harryson á Námsvísindadeildini, sum samskipa og undirvísa skeiðsluttakarunum.

Fyrsta skeiðið í setursnámsfrøði varð hildið lestrarárið 2019/20, tá tilsamans 18 undirvísarar frá teimum fimm deildunum á Setrinum vóru við.

Hetta lestrarárið eru 14 undirvísarar innskrivaðir til skeiðið.

Endamálið við setursnámsfrøði er at førleikamenna undirvísarar á Fróðskaparsetrinum við at geva teimum ítøkilig námsfrøðilig amboð, sum kunnu brúkast í undirvísingini.
Skeiðið er liður í at menna og góðskutryggja undirvísing og útbúgving til frama fyri tey lesandi á Fróðskaparsetrinum.