Undirvísing og læring í Íslandi og Føroyum
23.02.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Undirvísing og læring í Íslandi og Føroyum

Granskarar á Føroya læraraskúla samstarva við starvsfelagar í Íslandi í stórari granskingarverkætlan um undirvísing og læring


Granskarar á Føroya læraraskúla samstarva við starvsfelagar í Íslandi í stórari granskingarverkætlan um undirvísing og læring.

Í 2009 fóru granskarar á Háskóla Íslands undir stóra granskingarætlan, ið fevnir um øll viðurskifti í íslendska skúlanum, frá fysisku kørmunum til leiðslu- og umsitingarleistir, frá undirvísingarhættum til hugburð til læring, og frá virkni og ábyrgd hjá næmingum til foreldrasamstarv.

Eftir at hava samskift við íslendsku starvsfelagarnar um møguligt samstarv í eina tíð, fara granskarar á Læraraskúlanum nú at seta partar av hesi granskingarætlan í verk í Føroyum. Læraraskúlin fer við stórum áhuga inn í hesa verkætlan, tí nógvir fyrimunir eru í tílíkum altjóða samstarvi. Umframt at arbeiða saman við granskarum í øðrum landi og byggja á royndirnar hjá øðrum, kunnu føroysku granskingarúrslitini samanberast við tey íslendsku.

Í fyrstu syftu setur føroyska kanningin sjóneykuna á hugburðin hjá ymiskum aktørum í fólkaskúlanum, t.d. næmingum, lærarum og foreldrum, til hvussu, hvat og á hvønn hátt næmingar læra í fólkaskúlanum.

Í Føroyum byrjar verkætlanin við nøkrum fyribilskanningum seinni í vár, og í heyst er so ætlanin at gera eina stóra teldutøka spurnarkanning í fólkaskúlum í øllum landinum. Ætlanin er, at úrslitini skulu leggjast fram næsta vár, t.d. á eini námsvísindaligari ráðstevnu í Íslandi.