Bygningarnir eru læstir, men undirvísingin heldur fram sum fjarlestur
Brynhild Thomsen
12.03.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Setursskrivstovan Lestrarskrivstovan Skriva út
Undirvísingin heldur fram
Bygningarnir hjá Setrinum eru fyribils stongdir, men hildið verður fram við undirvísingini í mest møguligan mun við teimum amboðum, sum eru tøk
Setrið hevur í eina tíð fyrireikað seg til nýggja veruleikan, nú WHO hevur lýst støðuna við covid-19 at vera eina alheims farsótt.
Bygningarnir eru læstir, starvsfólk arbeiða heimanífrá, og ein skipan verður sett í verk, har vanliga undirvísingin verður sum fjarlestur.
Summi brúka longu fjarlestraramboðini, men í næstu viku skal skipanin sum heild setast í verk.
Lesandi eru kunnað, og nærri kunning um fjarundirvísingarskipanina kemur seinni.
Gransking og fyrisiting halda fram sum vant, men undir øðrvísi skipaðum viðurskiftum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...