UNESCO sáttmálar, heimsarvur og føroyskur mentanar- og náttúruarvur
Skriva út

UNESCO sáttmálar, heimsarvur og føroyskur mentanar- og náttúruarvur

Føroyska UNESCO nevndin bjóðar til fyrilestrar og framløgur um UNESCO sáttmálar, heimsarv og føroyskan mentanar- og náttúruarv. Tiltakið verður í Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, hóskvøldið 6. november kl. 19-22.


Á skránni verður ein røð av fyrilestrum og framløgum, sum umrøða UNESCO sáttmálar á mentanarøkinum, dømi um heimsarv í Norðanlondum og føroyskan mentanar- og náttúruarv.

Millum UNESCO sáttmálarnar á mentanarøkinum er sáttmálin til vernd av heimsins mentanar- og náttúruarvi. Sáttmálin er frá 1972, og flest øll heimsins lond hava tikið undir við honum. Sáttmálin ásetur karmar fyri verndar- og varðveitingarskipanum fyri mentanar- og náttúruarv. Tað, ið sáttmálin er mest kendur fyri, er heimsarvslistin, ið er ein listi við dømum um mentanar- og náttúruarv, ið verða mett at hava so stórt virði fyri heimin, at serlig átøk skulu gerast fyri, at hesi kunnu verða varðveitt fyri eftirtíðina. Stór virðing er knýtt at heimsarvslistanum, og londini leggja stóra orku í at fáa heimsarvsevni á listan. Í Norðanlondum eru kend støð á listanum eitt nú Tingvellir, Ilulissat ísfjørðurin, rúnarsteinarnir í Jellinge og Bryggjan í Bergen. Onnur kend støð á heimsarvslistanum eru eitt nú pyramidurnar í Giza, kinverski múrurin og Great Barrier Rief í Avstralia. Eitt av nýggjastu evnunum á listanum er Red Bay Basque Whaling Station í Labrador. At eitt land fær mentanar- ella náttúruarvsevni á listan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí ferðafólk í stórum tali vitja støðini á heimsarvslistanum. Føroyar hava onki evni á heimsarvslistanum, men ætlanin við tiltakinum er at seta føroyskan heimsarv á dagsskránna.

Ein annar UNESCO sáttmáli er sáttmálin til verju av óítøkiligum mentanararvi. Hesin sáttmáli er frá 2003, og hóast hini Norðanlondini hava tikið undir við sáttmálanum, so hava Føroyar ikki enn tikið undir við honum. Sáttmálin ásetir karmar fyri verju av óítøkiliga mentanararvinum, sum fevnir um siðvenju, listarligan og mentanarligan framburð, handverk, og tey tól og lutir, ið knýta seg at handverkinum. Ein listi er eisini knýttyr at hesum sáttmálanum, og hóast hesin listi ikki er eins kendur og heimsarvslistin, verður hann eisini nýttur sum atdráttarmegi í ferðavinnuni. Eitt nú er argentinskt tango, fronsk matmentan og indisk chanting á listanum yvir óítøkiligan mentanararv. Á tiltakinum verður arbeiðið við sáttmálanum og føroysk dømi um óítøkiligan mentanararv umrødd.

At fáa dømi um mentanar- ella náttúruarv á listarnar er bert ein lítil partur av arbeiðinum við UNESCO sáttmálunum. Tann nógv størri parturin er, hvussu verndar- og varðveitingararbeiðið verður skipað í londunum.

UNESCO nevndin hevur fingið Allan Sande, professara við Norrland Universitet í Bodø at halda fyrilestur um heimsarv í Norðanlondum. Hann hevur m.a. skrivað um heimsarvsevnið Laponia, og um tilgongdina at fáa Lofoten viðurkent sum heimsarv. Annika Nordstrøm, skjalasavnsstjóri á Institutet för språk och folkminnen (DAG) í Göteborg kemur at greiða frá, hvussu sáttmálin til verju av óítøkiligum mentanararvi er settur í verk í Svøríki og Kerstin Lundman, varðaaðalskrivari í svensku UNESCO nevndini, heldur ein fyrilestur um heimsarv sum amboð í burðardyggari menning. Harafturat verða styttri innlegg við Erlandi Viberg Joensen, leiðara á Fornminnissavninum, Lis Mortensen, deildarleiðara á Jarðfeingi, Eyðun Andreassen, professara í skaldskapi av mannamunni á Fróðskaparsetrinum og Jóan Paula Joensen, professara í siðsøgu á Fróðskaparsetrinum.

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á UNESCO og sáttmálarnar á mentanarøkinum, og seta gongd á arbeiðið við sáttmálunum í Føroyum.

Skráin fyri tiltakið:

  • Kl. 19.00 Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum Vælkomin
  • Kl. 19.05 Martin Næs, aðalskrivari í føroysku UNESCO nevndini UNESCO sáttmálar og føroysk áhugamál
  • Kl. 19.20 Allan Sande, professari við Nordland Universitet í Bodø Heimsarvur í Norðanlondum
  • Kl. 19.40 Erland V. Joensen, leiðari á Fornminnissavninum Føroyskur mentanararvur
  • Kl. 19.50 Lis Mortensen, deildarleiði á Jarðfeingi Føroyskur náttúruarvur
  • Kl. 20.00 Annika Nordström, Leiðari á Institutet för språk och folkminnen, DAG, Gøteborg Livandi siðaarvur! Arbeiðið við óítøkiliga mentanararvinum í Svøríki
  • Kl. 20.20 Eyðun Andreassen, professari við Fróðskaparsetrið Føroysk kvæðamentan
  • Kl. 20.30 Jóan Pauli Joensen, professari við Fróðskaparsetrið Føroysk matmentan
  • Steðgur Kaffi og kaka
  • Kl. 21.00 Kerstin Lundman, Svenska UNESCO ráðið Heimsarvur sum amboð í burðardyggari menning
  • Kl. 21.20 Spurningar og kjak
  • Kl. 21.50 Sigurð í Jákupsstovu, formaður í føroysku UNESCO nevndini Samanumtøka


UNESCO skrivstovan
Mentamálaráðið
28. oktober 2014