Ung í oyggjasamfeløgum
Skriva út

Ung í oyggjasamfeløgum

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, var gestagranskari á University of the Ryukyus í Japan í mai/juni (viku 22 og 23) í ár.


Her var Firouz Gaini knýttur at Research Institute for Islands and Sustainability (RIIS), sum fyrr kallaðist International institute of Okinawan Studies. RIIS er á oynni Okinawa, sum er í syðra partinum av Japan. Her samstarvaði hann m.a. við Yoko Fujita, sum er professari í antropologi og leiðari á RIIS. Godfrey Baldacchino, víðagitin serfrøðingur í oyggjasamfeløgum (Island Studies), sum vitjaði Søgu - og samfelagsdeildina á heysti 2017, hevur eisini samstarvað við RIIS.

Firouz Gaini hitti eisini granskarar og lesandi á trimum øðrum universitetum í Okinawa: Okinawa Christian University, Okinawa International University, og National Institute of Technology (Okinawa College). Haraftrat vitjaði hann ein skúla (framhaldsdeild), sum eitur Seisa Kokusai High School.

Oyggin Okinawa er eitt sindur minni enn Føroyar (1.200 ferkilometrar), men hevur 1.4 milliónir íbúgvar.

Samrøðurnar, sum Firouz hevði við ung í Okinawa – bæði skúlanæmingar og universitets-lesandi – skulu brúkast til gransking av framtíðarætlanum hjá ungdómi í oyggjasamfeløgum.

Scandinavia-Japan Sasakawa Foundation hevur givið stuðul til verkætlanina The Future Images of Contemporary Okinawa Island Youth hjá Firouz Gaini.