Ungfólk íverksetan og útjaðari
09.07.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Ungfólk íverksetan og útjaðari

Hesi trý hugtøkini verða tvinnað saman í nýggju verkætlanini, sum Granskingardepilin er vorðin partur av.


Hesi trý hugtøkini verða tvinnað saman í nýggju verkætlanini, sum Granskingardepilin er vorðin partur av. Verkætlanin er ein NPP (Northern Periphery Programme) verkælan, og verður nevnd: RYE-Rural Youth Entrepreneurship.

Tey lond sum luttaka eru: Føroyar (Granskingardepilin), Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari, Finland (Innova-Center for Innovation and Entrepreneurship) Grønland Qeqqata Erhvervsråd) og Írland Rural Development Council & Advantage undir Invest Northern Irland.

Verkætlanin hevur fingið eitt lættari navn, ið er SPARK og eitt búmerkið. Endamálið við verkætlanini er at eggja til og skapa møguleikar fyri at fleiri ungfólk í útjaðaranum gerast íverksetarar.

Verkætlanin SPARK byrjaði 1. Januar 2012 og endar 1.januar 2014. Í hesum tíðarskeiði er ætlanin at hava eina greiða lýsing av møguleikum og umstøðum hjá ungum at gerast íverksetarar í Føroyum, og byggja upp eitt konsept, ið ger tað lættari hjá ungdómi at koma í gongd við egið virkið. Hetta skal gerast í tøttum samstarvið við teir stovnar, ið longu arbeiða við sama endamáli.

Í hesi verkætlan, verða Føroyar defineraðar sum útjaðari, og tí fevnir tiltakið um øll ung í Føroyum.
Í Januar var fyrsti verkætlanarfundur hildin í Írland. Hetta var í Cookstown nær Belfast í Norður Írlandi. Vertir fyri fundin var RDC-Rural Development Council og INR-Invest Northern Irland. Hesir báir stovnar eru partnarar í verkætlanini.

Í Norður Írlandi vitjaðu vit m.a. Landbúnaðarháskúlan og University of Ulster, ið bæði arbeiða við ungdómi og íverksetan. Tað verður løgd nógv orka í at eggja til íverksetan millum ungfólk, serliga tí ungdómsarbeiðsloysi er stórt. Á landbúnaðarháskúlanum er m.a. gjørligt hjá ungfólki, ið hava eitt hugskot, at koma inn á skúlan at brúka starvstorvurnar og fakfólki har, at vegleiða og gera royndir við framleiðslu, áðrenn tey taka avgerð um at fara undir at stovna virkið.

Írski Landbúnaðarmálaráharrin var og heilsaði upp á okkum og vísti verkætlanini stóran áhuga. Hon helt, at eitt samstarv millum londini var sera upplagt, tí okkara mentan og náttúruumstøður á mangan hátt líkjast.

Í vár hevur verið arbeitt við fysta parti av verkætlanini, sum fevndi um innsavnan og skráseting av viðurskiftum, ið fevna um ung og íverksetan. Arbeitt verður nú víðari við næsta parti, ið er at skipa tilfari, so vit fáa eina heildar mynd av umstøðum og møguleikum.

Í samband við, at hol var sett á annað part av verkætlanini, var arbeiðsfundur í Grønlandi. Tað var Qeqqata kommune, í Sisimiut, ið var vertur. Í Sisimiut skipaðu vit fyri tiltakið á Tekniska Skúla. Har fingu næmingarnir eitt stutt skeið í íverksetan og síðani var lagt upp til at tey skuldu koma við hugskotum um nýggjar vinnur, ið kundu skipast har tey komu frá í Grønlandi.

Næmingarnir tóku uppgávuna í fullum álvara, og tey arbeiddu hugagóð og málrættað fram í móti einum úrslitið. Tey vóru í bólkum, sum síðani løgdu fram síni hugskot. Mett var at fleiri av hesum hugskotum, væl kunnu setast í verk. Tey ungu og lærarar vóru sera væl nøgd við tiltakið.

Hildi verður nú fram við verkætlanini. Serliga er tað menningin av einari teldutøkari íverksetara hondbók, har ungdómar kunnu sita heima á telduni, og royna síni hugskot. Málið er, at tey eins og í einum spæli, skulu svara spurningum og loysa uppgávur, sum gera tey før fyri at koma víðari, ella vraka hugskotið, tí tað ikki ber á mál.

Vit koma at kunna um gongdina í verkætlanini, og rokna við, at vit eina ferð í heyst hava tilfar tøkt, sum lýsir umstøðurnar kring íverksetan og ungdómi í Føroyum. Teldutøka tilfari verður ikki tøkt fyrr enn við árslok næsta ár.

Flottur samfelagskrittiskur filmur í Grønlandi
Á vitjanini í Sisimiut í Grønlandi, vóru umboðini fyri verkætlanina SPARK boðin til frumframsýningina av filminum Inuk, í tí snøgga mentanarhúsinum í býnum.

Fimurin Inuk, lýsir m.a. umstøðurnar, sum nógv grønlendsk børn enda í, tá alkohol tekur ræðið á foreldrunum, og tá gomul og nýggj mentan renna saman. Í hesum føri, var tað barnaheimið í Upernavik, ið var karmur um hendingina í filminum. Tað vóru starvsfólk og børn á barnaheiminum sum spældu. Hóast hetta, var filmurun ein “professionellur” og sera væl úr hondum greiddur filmur, ið longu nú hevur fingið fleiri filmsprísir kring heimin.

Filmurin er framleiddur av fronskum filmsfelag og kliptur í Hollywood. Føroyska Ann Johannesen, ættað úr Klaksvík var ein av framleiðarunum. Ann luttók á premieruni, saman við børnunum á barnaheiminum, ið hon er leiðari av.

Ein sera flottur filmur. Eitt stórt upplivilsi, ið gav eitt gott innlit í grønlendsku náttúruna og samfelagið upp á gott og ilt. Ein filmur, sum vit eiga at fáa til Føroyar.