Sanna Klein
03.02.2018
Skriva út

United World College 2018

Umsóknarfreistin er 16. februar.


United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2018 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 90 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari, sum nevndin fyri UWC Føroyar velur, ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2018 kr. 3.100.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í UWC Føroyar á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no/

Upplýsingar eru eisini at finna á Facebook.

Umsókn um upptøku á UWCRCN, ljóstak av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarskjalinum, skulu umvegis teldupost sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi fríggjadagin 16. februar 2018.

Umsóknarskjalið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fowww.reydikrossur.fo ella www.norden.fo - UMSÓKNARBLAÐ