Universalisma og multikulturalisma
Eitt livandi kjak um politiska filosofi er kjakið um, hvørt tað finnast grundleggjandi, universell virði, ið ikki eru heft at tíð og stað. Summir ástøðingar vilja vera við, at tað ongin ivi er um hetta; aðrir, at tað er heldur ivasamt, og at virði eru mentanarbundin og tískil relativ.
Persónligt frælsi; rætturin til egnan kropp; rætturin til avgerðir um egið lív.
Rættindi eru altíð ein spegling av virðum – og brennandi spurningurin í hesum kjaki er, um omanfyri nevndu rættindi eru universell og sostatt eiga at virðast óbundið at tíð og stað.
Mong fesk dømi eru um kjak, ið viðgera universalistisku hugsjónina, og verður henda hugsjón ofta sett upp ímóti sokallaðu multikulturalismuni.
Multikulturalisman er hugsjón, ið talar fyri, at fólk við fullkomiliga ymiskum virðum og lívsførslum kunnu liva lið um lið og í sátt og semju við virðing fyri ymisku siðunum hjá hvør øðrum.
Multikulturell samfeløg eru útbreidd í nærum øllum vesturheiminum, men ikki øll hesi samfeløg útinna multikulturalismu. Eitt land sum til dømis Frakland kann verða lýst at vera multikulturelt í dagligari talu av teirri orsøk, at so nógv ymisk fólk við ymiskum mentanarligum bakgrundum liva lið um lið í landinum. Úr einum politisk-filosofiskum sjónarmiði er Frakland tó dømi um eitt land, ið ikki hevur livað eftir multikulturalistisku hugsjónini. Hetta sæst millum annað aftur í tí, at Frakland hevur bannað átrúnaðarligum súmbolum í almenna rúminum, og at ongin átrúnaðarlig undirvísing verður framd í almennu skúlunum.
Í Bretlandi hava tey hinvegin livað eftir multikulturalistisku hugsjónini. Har eru tey farin so mikið langt, at loyvt hevur í ávísum førum verið hjá átrúnaðarligum minnilutum at fylgja egnum lógum, ið falla uttanfyri bretska lóggávu. Hetta merkir, at sokallað mikrosamfeløg í summum førum hava virkað sum sjálvstøðug samfeløg í bretska makrosamfelagnum. Hesi mikrosamfeløg hava seinastu árini javnan verið rópt ”paralell-samfeløg” – og hevur hetta heitið neilig hugmyndasambond.
Ein orsøk til útbreiðsluna av multikulturalismu var uppgerðin við eina sokallaða etno-sentrismu, sum er eitt antropologiskt hugtak, ið lýsir tað sjónarmið, at summar mentanir og summi fólkasløg hava hildið seg verið hægri ment enn onnur. Uppgerðin við hjálandamentanina var eisini við til at birta undir hugsjónarligu multikulturalismuna.
Ein teirra, ið hevur havt stóra ávirkan á uppgerðina við hjálandamentanina, er palestinsk-amerikanski ástøðingurin, Edward Saïd (1935-2003), ið vísti á, hvussu vesturheimurin hevði lyndi at misskilja og undirmeta politikkin og mentanina í londum, ið ikki vóru vesturlendsk.
Í okkara døgum eru mong harðmælt kjak, ið snúgva seg um ósemjur ímillum teirra, ið hava eina universalistiska virðishugsjón øðrumegin og teirra, ið hava eina multikulturalistiska – og harvið eina meira relativistiska – virðishugsjón hinumegin.
Eitt upplagt dømi um tílíkt kjak í samtíðini snýr seg um umskering av børnum, ið verður framd í ávísum mentanum. Tað eru tvey ymisk kjak, ið snúgva seg um umskering: tað eina snýr seg um umskering av gentubørnum; hitt um umskering av dreingjabørnum.
Sambært eini multikulturalistiskari og relativistiskari virðishugsjón, so eigur ein sum nevnt at virða aðrar mentanir og mentanarligu og átrúnaðarligu siðir teirra. Summir relativistar vilja tí vera við, at ein als ikki eigur at blanda seg upp í ein sið sum umskering av børnum. Tó eru ymisk stig av relativistiskari virðisfatan – og summi tala fyri umskering av dreingjabørnum, men ímóti teirri av gentubørnum, av tí at vandarnir fyri at fáa álvarsligan kropsligan skaða av umskeringini eru nógvar ferðir størri hjá gentubørnum (tó er vert at nevna, at nýggj gransking vísir, at avleiðingarnar av umskeringini av dreingjum eru álvarsamari, enn higartil hevur verið hildið).
Sambært universalistisku virðishugsjónini, so eigur hvør einstaklingur rættin til sín egna kropp, og er hetta fullkomiliga óheft av mentan ella átrúnaði. Hetta merkir, at ein við eini universalistiskari hugsjón undir ongum umstøðum kann rættvísgera umskering av gentubørnum, og at flestu universalistar eisini vilja tala at umskering av dreingjabørnum.
Eru universell rættindi í grundini til? Rættindi eru eyðsæð menniskjaskapt, tey eru abstrakt, og tey byggja altíð á virði. Spurningurin er so, um serstøk virði eru ævigt galdandi – óheft av tíð og stað – ella um virði í grundini altíð eru relativ og knýtt at ymiskum mentanum og lívsfatanum.
Eg helli til tað fyrra.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...