Universitetsverðin hevur altíð drigið
17.01.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Universitetsverðin hevur altíð drigið

“Hóast mínar royndir á yrkisleiðini eru samansettar og fjøltáttaðar, hevur tað altíð verið universitetsverðin, sum hevur drigið. Eg havi tað snøgt sagt allarbest tá eg siti mitt í einum stórum bókasavni umgyrd av vísdómi”, sigur Erika Anne Hayfield, ph.d., sum júst er byrjað sum adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini. Niðanfyri endurgeva vit eitt prát við Eriku um hennara nýggju starvsleið á Fróðskaparsetrinum.


Tann 1. januar í ár byrjaði Erika Anne Hayfield, ph.d., sum adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Erika kemur úr einum spennandi starvi á Vinnumálaráðnum, har hon millum annað hevur staðið fyri heildarætlanini  Fólkaflyting og fólkavøkstur. Hon er útbúgvin innan marknaðarføring og sosialvísindi á Edinburgh Napier University í Skotlandi, og hevur eisini drúgvar royndir innan privatu vinnuna í Skotlandi og Føroyum.

JCSJ, fyrst vælkomin á Søgu- og Samfelagsdeildina. Kanst tú greiða eitt sindur frá um tína bakgrund, hvar tú kemur frá?
Takk fyri tað. Eg eri fegin at verða byrjað í starvi á Søgu- og samfelagsdeildini. Tað er sera  spennandi at gerast partur av Setrinum og eg gleði meg at fara í holt við gransking og undirvísing.

Hvat útbúgving viðvíkur havi eg lisið marknaðarføring og leiðslu og tók síðani eina ph.d. í forbrúksmentan hjá børnum. Marknaðarføring er í stóran mun ein leiðslulærugrein; hinvegin er forbrúkaraatburður (consumer behaviour), sum er eitt øki innan marknaðarføring, meira tvørfakligt og grundað í øki so sum sosiologi, fólkalívsfrøði, sosiala sálarfrøði og onnur.

Í arbeiðshøpi havi eg royndir innan tað privata og tað almenna, bæði í Skotlandi og Føroyum. Í Vinnumálaráðnum arbeiddi eg mest við yvirskipaðum samfelagsviðurskiftum, meðan eg í í einari kommunu í Skotlandi starvaðist við viðurskifti, sum vóru meira tongd at nærumhvørvinum. Innan privata geiran havi eg starvast innan samskiftisvinnuna, tryggingarvinnuna og handilsvinnuna, umframt at hava undirvíst bæði í Føroyum og Skotlandi.   

JCSJ, hvat fer tú at granska og undirvísa í á Søgu- og Samfelagsdeildini?
Tá eg skrivaði mína ph.d. um barnaforbrúksmentanir, legði eg  áherðslu á samleika og valdsviðurskifti í samband við forbrúk. Hesa gransking fari eg at byggja víðari á her á Setrinum. Í starvinum á Vinnumálaráðnum, haðani eg eri komin, havi eg arbeitt nógv við avbjóðingunum í samband við fólkafráflyting og hvat skal til fyri at økja um møguleikarnar fyri fólkavøkstri. Fólkafráflyting er ein álvarsom avbjóðing fyri føroyska samfelagið og fari eg tí eisini at granska innan hetta økið. Hvat undirvísing viðvíkur skal eg í fyrsta umfari undirvísa í sosiologi. Hetta er viðkomandi øki hjá mær, tí ástøðið í mínari ph.d. er grundað í sosiologi og samfelagsvísundi sum heild.  

JCSJ, hvat gleðir tú teg mest til í tí nýggja starvinum?
Eg gleði meg serliga til at granska og at gerast partur av einum umhvørvi, har endamálið er at skapa nýggja vitan til gagns fyri føroyska samfelagið. Eisini gleði eg meg at undirvísa og vera við til at menna útboðið av granskingargrundaðum útbúgvingum í Føroyum.