08.04.2022
Setrið
Skriva út

UNLEASH: Vilt tú á verkstovu í Nuuk?

UNLEASH INNOVATION LAB GREENLAND er eitt átak, har 200 ung savnast í Nuuk at arbeiða við heimsmálunum hjá ST. Setrið hevur fingið 11 av teimum plássunum, og nú er høvi at søkja um at sleppa við

Í døgunum 20. – 27. august 2022 skipar UNLEASH fyri nýskapandi verkstovum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

Á verkstovunum luttaka 200 ungdómar úr Norðurlondum og Arktis, har tey fara at viðgera og samstarva um hugskot og loysnir, ið stuðla heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum (ST).

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið tillutað í minsta lagi 11 av hesum plássum. Allar útreiðslur í sambandi við ferðing og uppihald eru goldnar frammanundan.

UNLEASH-verkstovurnar í Grønlandi fara at snúgva seg um avbjóðingar í Grønlandi og Arktis og hava heimsmál 3, 4, 13, 14 og 15 undir luppinum. Hesi høvuðsevni standa á arbeiðsskránni:

1. Heilsa og vælvera (heimsmál 4)

2. Útbúgving (heimsmál 3)

3. Lívfrøðiligt margfeldi og umhvørvi (heimsmál 13, 14 og 15)

Lesur ella arbeiðir tú við einum av hesum evnunum, ert tú millum 18 og 35 ár og hevur hetta tín áhuga, so kanst tú kunna teg nærri um UNLEASH Innovation Lab Greenland her.

Vilt tú vita meira um, hvussu tú søkir pláss, send so ein teldupost til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum á reu@setur.fo.

GG: Umsóknarfreistin er longd til 29. apríl 2022 klokkan 11:00 føroyska tíð.

NORA hevur stuðlað verkætlanini.