12.03.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Upplýsing, fjølmiðlar og fólkaræði

Alment fyrilestrakvøld á Háskúlanum mánakvøldið 18. mars kl. 19.30.


Evnið er upplýsing, fjølmiðlar og fólkaræði.

- Røðarar: Brynhild Thomsen og Páll Isholm.

Páll Isholm:
“Hvar eru miðlarnir?”
– Um miðlanna leiklut í føroyska fólkaræðinum

Brynhild Thomsen:
Vinklar og blindvinklar
-Ein lýsing av umstøðunum fyri journalistiskum virksemi í Føroyum. Hví eru fjølmiðlarnir sum
heild so veikir, og hvussu kundu teir verið styrktir? Og hví skulu vit yvirhøvur hava dýran og kritiskan journalistikk?

Fyriskiparar eru Fróðskaparsetrið og Háskúlin. Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin