Uppreistur í Klaksvík
Mikukvøldið 4. juli kl 19.30 fer Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, at halda fyrilestur við heitinum "Uppreistur í Klaksvík".
Í Føroyum var rembingartíð í 1950’unum, bæði politisk, samfelagsliga og búskaparliga. Tað var ófriður á arbeiðsmarknaðinum, og eisini í høvuðsstaðnum í Norðuroyggjum, Klaksvík, har búskaparliga framgongdin setti krøv um bæði økis- og tjóðarsjálvstýri.
Í Klaksvík var meiriluti fyri sjálvstýri til fólkaatkvøðuna um sambandið við Danmark í 1946. Ein fólkaatkvøða, sum varð undirmett av Danmark. Tað var í hesi tíð, at Klaksvíksstríðið - ella læknastríðið -, sum tað verður kallað í Føroyum, byrjaði. Stríðið førdi til samanbrest millum borgarar, føroyskar og danskar myndugleikar.
Hesin ófriður við donskum hernaðarskipum í Klaksvík og gerandisbardaga í gøtunum var ein ógvuslig ófriður, sum føroyingar ikki kendust við. Ófriðurin setti Klaksvík á heimskortið í tíðindaflutningi – fyri eina stund.
Hans Andrias Sølvará, lektor í søgu á Fróðskaparsetur Føroya, leggur dent á grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.
Tiltakið er alment og verður sum nevnt hjá Østrøm á Skálatrøð mikukvøldið 4. juli kl 19.30.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...