Skriva út

Upptøka av lesandi á námsfrøðingaútbúgvingina 2012

Ein viðmerking til kjakið í fjølmiðlunum um umsøkjaratal til námsfrøðingaútbúgvingina


Viðvíkjandi upptøkuni í 2012, so er uppgivna talið av umsøkjarum bert tey, sum hava valt námsfrøðingaútbúgvingina sum 1. raðfesting. Verða hinar raðfestingarnar eisini tiknar við, so er myndin øðrvísi.

Verða øll, sum hava raðfest námsfrøði (1, 2, 3, 4 el.5) tald saman, so er talið av umsøkjarum til námsfrøðingaútbúgvingina 106 umsóknir og ikki 58. Hetta gevur kjakinum í fjølmiðlunum eina heilt aðra kós.

Viðv. upptøkuni  2008 – 2010:

Tað er einki at ivast í, at áðrenn vit fóru at raðfesta, so sendu lesandi umsóknir til fleiri útbúgvingar til tess at tryggja sær, at tey vóru upptikin onkrastaðni. Tí er tað helst ikki so einfalt at samanbera talið av umsøkjarum fyri árini 2008 – 2010 við 2012.

Jørgen Meitilberg
fyrisitingarstjóri