![](https://setur.cdn.fo/savn/4798/csm_2012-setur-fo_bygningar-010_ca83878e6b.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=oyWp0bDfoewulxd0Z_KSBuMxXYo)
Upptøkan 2018 á Setrinum klár
Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.
Tilsamans 411 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 332 um upptøku á bachelor-útbúgvingum, 73 um upptøku á master-útbúgvingum, og 6 søktu um at lesa hjánám.
Fyri bachelor-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 16 Føroyskt
- 35 Fólkaskúlalærari
- 35 Námsfrøði
- 45 KT-verkfrøði
- 5 Havlívfrøði
- 8 Mýlalívsvísindi
- 5 Vistfrøði
- 30 Sjúkrarøktarfrøði
- 11 Politikkur og umsiting
- 22 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- 15 Søga
- 227 Tilsamans
Fyri master-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 4 Føroyskt
- 26 Heilsuvísindi
- 7 Master í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- 2 Master í Politikki og umsiting
- 2 Master Í Søgu
- 12 Løgfrøði
- 12 West Nordic Studies
- 65 Tilsamans
Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 5 Føroyskt
- 1 Søga
- 6 Tilsamans
Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú fram til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum, so skjótt sum hetta er klárt.
Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið og fáa nærri kunning og vegleiðing.
Sí eisini niðanfyri samlað yvirlit yvir umsóknir til lestur á Setrinum fyri upptøkuna 2018
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...